Fiskivinnan má gerast lívfrøðiliga burðardygg og fíggjarliga haldfør

27. juni. 2011 | Áskoðan

Fiskivinnan er hornasteinurin í føroyska samfelagnum, men fiskivinnan hevur avbjóðingar, ið krevja, at vinnan og myndugleikarnir semjast um, hvussu fiskivinnan við Føroyar kann umsitast soleiðis, at sum mest fæst burtur úr tilfeinginum. Ein skipan við tilfeingisgjaldi skal setast í verk við skili, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

Fiskivinnan við Føroyar er illa fyri. Flestu skipabólkar hava ilt við at fáa endarnar at røkka saman, og framleiðsluvinnan á landi hevur eisini havt fleiri fíggjarliga tung ár. Lívfrøðiliga sær ikki mætari út. Ávaringarnar frá fiskifrøðingum hava ikki skortað, men nóg væl hevur ikki verið lurtað, og fleiri týdningarmikil fiskasløg eru farin burtur í onki.
Hetta er ikki ein støða, sum fiskivinnan tolir. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir tí til, at vinnan og myndugleikar semjast um ein politikk, har fiskivinnan verður umsitin á burðardyggan hátt. Tørvur er á einum fiskivinnupolitikki, sum ikki bara er lokalpolitikkur í Føroyum, men eisini leggur upp fyri, hvat marknaðurin sigur og ger, heldur felagið.
Um føroyingar vilja tað ella ikki, so ger marknaðurin av, um eitt fiskaslag er burðardygt umsitið ella ikki. Hetta krevur av øllum fiskavøruframleiðandi tjóðum, at tær taka tey umsitingarligu og vinnuligu atlit, sum eru neyðug, skal fiskivinnan vera kappingarfør og kunna selja vøruna fyri besta prís. Vit mugu kunna skjalprógva, at okkara veiða er burðardygg.
Tilfeingisgjald ásetast við skili
Í seinastuni hevur nógv kjak verið um, at tilfeingisvinnur skulu gjalda landskassanum tilfeingisgjald. Í 2010 samtykti løgtingið, at alivinnan og fiskivinnan skuldu hava ein tilfeingisskatt á 2,5 prosent av ársúrslitinum oman fyri 1 mió. kr. Lógaruppskotið var tíðaravmarkað at galda fyri 2011, men arbeiðast skuldi so víðari við eini varandi skipan fyri tilfeingisgjald.
Nú er politiska samstarvsgrundarlagið broytt, og við semjuni millum Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Framsókn og Tjóðveldi, har tættir í framtíðar fiskivinnupolitikkinum eru staðfestir, síggjast aðrir leistir at krevja inn tilfeingisgjald. Talan er bæði um kilogjald og eina skipan við uppboði. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur í meginregluni undir við, at krøv verða sett teimum, ið fiska.
Men sera umráðandi er, at ein skipan við tilfeingisgjaldi verður sett í verk á skipaðan hátt, so vinnan veit, hvat hon hevur at halda seg til í longdini.
Lønandi vinna uttan skattalætta 
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at fiskivinnuni tørvar at fáa umstøður til at reka lønandi vinnu. Hetta er ikki støðan í dag, tí fiskiskapurin er ikki skipaður soleiðis at vinnan gerst fíggjarliga haldfør. Politiska skipanin má skipa so fyri, at fiskiskapurin tí verður burðardyggur. Hetta kann gerast við grundarlagi í fiskifrøðiligu ráðgevingini. Lívfrøðilig burðardygd er fyrsta stig fram ímóti eini fíggjarligari haldførari fiskivinnu.
Felagið heldur eisini, at skattalættin til sjófólk eigur at verða tikin av, so tann yvirkapasitetur, sum hendan skipan elvir til, og tann avlaging, sum er millum vinnugreinir, fella burtur. Tað gevur onga meining at krevja inn tilfeingisgjald til landskassan við aðrari hondini og lata studning við hinari. Skal tilfeingisgjald hinvegin leggjast á vinnuna, má breið politisk semja vera um hetta, so karmarnir verða tryggir.

Les meira í ársfrágreiðing Føroya Arbeiðsgevarafelags.

Annað á breddanum

  1. Nú kunnu øll melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    26. august. 2025
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Vinnupolitikkur má ikki telvast í blindum

    Um Føroyar skulu vinna á altjóða talvborðinum, mugu vit spæla okkara egnu leikir. Vit vinna ikki við at kopiera leikir hjá øðrum, tá ið tað ræður um at tryggja kappingarføri Føroya

    26. august. 2025
    2151476060
  3. Turið heldur fram sum forkvinna í AFF

    Nevndin í Arbeiðsgevarafelagnum hjá Fíggjarstovnum í Føroyum hevur skipað seg við verandi nevnd

    26. august. 2025
    Aðalfundur AFF