Fiskivinnupolitikkurin: Politiska skipanin stingur høvdið í sandin

08. februar. 2010 | Áskoðan

Føroyskur fiskivinnupolitikkur má endurskoðast. Kravið frá keyparum er, at fiskurin er burðardygt veiddur. Tað ber sostatt ikki til at stinga høvdið í sandin longur.

“Tað sýnist, sum um vit í Føroyum koyra í eini rundkoyring, har eingin vegur er út. Hetta ger seg galdandi í fiskivinnupolitikkinum og helst á øðrum økjum við”, sigur Jóhan Páll Joensen formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Manglandi viðurkenning av trupulleikunum í fiskivinnupolitikkinum er ein forðing fyri, at vit koma longur fram á leið. Ásannað er, at útlendskir keyparar vilja vita um fiskavørurnar, tey keypa, eru fiskaðar úr fiskastovnum, sum eru burðardygt umsitnir. Hetta er ikki nakað nýtt sum so, og í fleiri ár hevur verið væntað, at hetta kravið fór at vinda uppá seg, og tað er tað vit síggja nú.
Tað eru marknaðir og keyparar, sum ikki seta hesi krøv enn, men eingin orsøk er at halda, at hetta krav ikki fer at koma haðani eisini, fyrr ella seinni. Um tað skuldi hent, at ávísir keyparar ikki fara at seta hesi krøv, er spurningurin, um tað er nøktandi fyri føroysku fiskivinnuna og samfelagið, at vera nøgt við keyparar, sum gjalda lægri prís fyri vøruna.
At politikarar siga, at føroyska fiskivinnan er burðardygg, sjálvt um vísindaliga ráðgevingin sigur nakað annað, er tekin um at politiska skipanin stingur høvdið í sandin. Fiskidagaskipanin er óivað líka góð, sum einhvør onnur umsitingarlig skipan, men hon verður ikki umsitin við hegni! At selja skipanina úti hjá keyparunum, við øllum teimum fyrimunum hon hevur, er ein vónleys uppgáva, um ikki fiskidagatalið og royndin verður tillagað soleiðis, at skipanin livir upp til tey krøv, sum vísindaliga verða sett, fyri at veiðan kann metast at vera burðardygg. Síggja føroysku politikararnir ikki hetta í eyguni, og tora at taka neyðugu avgerðirnar, er vandi fyri at støðan við hýsuni júst nú, kemur at raka onnur fiskasløg við.
“Skipað vit ikki soleiðis fyri, at fiskivinnan gerst burðardygg, er vandi fyri, at útflutningsvirðið av traditionellu fiskavørunum minkar, tí føroysku útflytararnir verða noyddir at selja vøruna á teimum marknaðum, sum seta minst krøv og tískil hava lægsta prísin”, sigur Jóhan Páll Joensen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki vera gongda leið. “Føroyska samfelagið hevur avmarkaðar inntøkur og tað er sera umráðandi, at viðurskiftini verða løgd soleiðis til rættis, at sum mest fæst fyri okkara útflutningsvørur”, sigur Jóhan Páll Joensen, formaður. “Tað kundi hent seg, at ein fíggjarliga burðardygg fiskivinna eisini spurdist burturúr hesum”.
“Nú er tíðin komin til, at áhugapartarnir í hesum málinum – myndugleikar og vinna - sessast og samskifta um, hvussu vit koma víðari í hesum málinum”, sigur Jóhan Páll Joensen at enda.

Annað á breddanum

  1. Valfundur um vinnukarmar og arbeiðsmegi

    Hvussu tryggja vit kappingarførar vinnukarmar og ta arbeiðsmegi, sum samfelagið tørvar? Hetta er evnið á almenna valfundinum í Klaksvík

    02. mars. 2026 | Almenn tíðindi
    Valfundur Klaksvík 3
  2. Vit hava brúk fyri útlendskum starvsfólkum í Føroyum

    Uttan útlendsk starvsfólk høvdu vit í dag manglað umleið 2.400 starvsfólk. Í slíkari støðu høvdu fleiri virki og almennir stovnar noyðst at minka um virksemið ella heilt givist

    23. februar. 2026 | Burðardygd
    10Aug22 B3A4199
  3. Fimm fakta um útlendingar í Føroyum

    Ein gjøgnumgongd av teimum mest umrøddu spurningunum á útlendingaøkinum – við støði í veruligum tølum og galdandi reglum

    23. februar. 2026 | Almenn tíðindi
    4Mars20 PF9A0816