G1A4349
Havbúnaðarfelagið

Fjølbroytt og viðkomandi skrá á Aliráðstevnuni

23. februar. 2026 | Tíðindi | Havbúnaður

Aliráðstevnan savnar føroyskar og altjóða serfrøðingar at umrøða marknað, heilsu og góðsku við denti á kappingarføri og burðardygga menning

Ársins Aliráðstevna nærkast, og aftur í ár savnast alivinnan at seta sjóneykuna á støðuna í vinnuni, mest átrokandi avbjóðingarnar og framtíðar møguleikarnar.

Havbúnaðarfelagið skipar sum vant fyri afturvendandi ráðstevnuni, sum verður fríggjadagin 6. mars á Hotel Føroyum. Skráin í ár fevnir breitt við bæði føroyskum og útlendskum serfrøðingum.

Marknaður og heilsufrøðilig viðurskifti
Greiningar av marknaðargongd og framleiðslu verða ein týðandi partur av skránni. Ragnar Nystøyl frá Kontali Analyse og Rúni Dam frá Avrik leggja fram um gongdina í Føroyum og altjóða, um framleiðsluútlit og metingar fyri komandi tíðina.

Harumframt fer Debes H. Christiansen frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni at geva fakligt innlit í heilsufrøðilig viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri rakstur og burðardygga menning.

Altjóða royndir, smitta og góðska
Millum útlendsku gestirnar í ár er Kay Roger Fjellsøy, sum fer at greiða frá royndunum í Noregi, tá ið koppsettur laksur varð smittaður við ILA og fekk loyvi at standa í sjónum undir skipaðum og strongum eftirliti.

Framløgan fer at varpa ljós á, hvørjar royndir og lærdómar vinnan kann taka við sær víðari.

Rasmus Skern frá Havforskningsinstituttet fer at leggja fram um, hvussu hiti og saltinnihald ávirka smittudynamikk og lúsatrýst.

Hartil verða tvær framløgur frá Nofima, ið snúgva seg um góðskuna á laksa­fløkum og teir faktorar, sum ávirka endaliga úrslitið. Hetta er eitt øki av stórum týdningi fyri virðisøking, kappingarføri og álitið á føroyskan laks á altjóða marknaðinum. 

Arbeiðstrygd verður somuleiðis sett á breddan sum ein sjálvsagdur partur av einari framkomnari og ábyrgdarfullari vinnu.

Kjak og netverkan
Ráðstevnan gevur, sum siðvenja er, gott høvi til fakligt kjak og netverkan, og um kvøldið verður skipað fyri sosialum tiltaki við borðhaldi og undirhaldi.

Endaliga skráin og nærri kunning verða kunngjørd á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum í næstum. Freistin at melda til er mánadagin 2. mars.

 

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4