Hús
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Fleiri bústaðir mugu byggjast

14. oktober. 2024 | Áskoðan | Almenn tíðindi

Nýggjastu bústaðarpolitisku uppskotini snúgva seg mest um lættari atgongd til fígging. Neyðugt er tó at leggja nógv størri dent at byggja fleiri bústaðir, og harvið økja útboðið. Gera vit ikki tað, elva bøttu fíggingarmøguleikarnir til prísvøkstur.

Herfyri høvdu báðir teir stóru andstøðuflokkarnir hvør sítt útspæl til at loysa bústaðartrotið í Føroyum. Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) hevur leingi varpað ljós á stóru avbjóðingina við vantandi bústøðum, og tí er tað eitt positivt íkast, tá ið flokkar koma við sínum boði uppá, hvat kann gerast.

Tó heldur FAG, at politiska skipanin í størri mun eigur at raðfesta tiltøk, sum kunnu økja um útboðið av bústøðum. Um politiska skipanini einans lættir um fíggingarmøguleikarnar uttan samstundis at økja útboðið, er vandi fyri, at tað einans førir til hægri prísir.

Størri útboð hevur størri týdning enn lagaligari fígging
Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at bæði uppskotini hjá Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum hava góð endamál við at hjálpa fyrstuferð keyparum. Tó er  neyðugt at gera vart við, at slík uppskot, ið økja fíggingina til fyrstuferð keyparar, sum til dømis stuðulin upp á 500.000 kr. frá Fólkaflokkinum ella lánsmøguleikar úr bústaðargrunni hjá Sambandsflokkinum, kunnu hava óynsktar avleiðingar fyri bústaðarmarknaðin. Tá ið fíggingin verður økt, vil hetta í flestu førum hava við sær, at húsaprísirnir hækka – serliga á einum marknaði, har útboðið hevur trupult við at fylgja við eftirspurninginum.

Tí heldur FAG, at tað í førda bústaðarpolitikkinum eigur at verða lagdur størri dentur á at økja útboðið av grundstykkjum og íbúðum, sum kann lætta munandi um trýstið á bústaðarmarknaðinum.

Tveir hættir at økja um útboðið
Tað eru tveir hættir at økja um útboðið av bústøðum:

    • At útstykkja meira til bústaðarendamál
    • At aktivera meira privatan kapital til bygging av bústøðum

Kommunurnar eiga at hava nógv størri fokus á at útstykkja nóg mikið til bústaðarendamál. Um kommunurnar ikki sjálvar raðfesta tað nóg høgt, eigur landið at taka upp samráðingar við kommunurnar fyri at tryggja, at hetta hendir.

Privatur kapitalur kann aktiverast við at tryggja javnbjóðis kapping, og við at taka burtur óneyðugar forðingar í lóggávu fyri bygging til bústaðarendamál. Størri áhugi frá privatum fyritøkum er neyðugur, um vit veruliga skulu seta ferð á byggingina.

Ítøkiliga eigur landið at gera hesa broytingar fyri at javnseta kappingina og aktivera meira privatan kapital:

    • At tryggja eina marknaðarforrentning av kapitalinum hjá Bústøðum
    • Hetta ger tað eisini lættari hjá Bústøðum at selja liðugt bygdar verkætlanir til stovnsligar íleggjarar, so Bústaðir kann fáa meira kapital til at byrja nýggjar verkætlanir
    • At avtaka heimildina hjá kommunum at seta á stovn bústaðarfeløg saman við Bústøðum
    • Áhugin hjá privatum fyritøkum at fara inn á bústaðarmarknaðin minkar, um tú skalt kappast við verkætlanir, sum hava almennar skattakrónur sum fígging, ið ikki skulu forrentast. Heldur eigur ein skipan við almennum býlisstuðli at verða sett í verk, so eisini tey við lágum inntøkum hava ráð til at leiga ein bústað, annaðhvørt hann verður leigaður frá einum privatum ella almennum útleigara.
    • Yvirhøvur at javnseta treytirnar fyri almenna og privata bygging
    • somu treytir viðv. grundstykkjum v.m.
    • At tillaga avskrivingarlógina
    • avskrivingarlógin eigur at verða tillagað, soleiðis at smærri og miðalstórar byggifyritøkur fáa betri møguleikar at luttaka í bústaðarbyggingini. Í dag er tað soleiðis, at bara íbúðarblokkar við minst 10 íbúðum kunnu verða avskrivaðir eftir serligum reglum, men FAG vil, at hetta eisini verður galdandi fyri smærri íbúðarblokkar niður í fýra eindir. Hetta hevði gjørt tað meira lokkandi hjá smærri og miðalstórum byggifyritøkum at bygt íbúðareindar við einum minni tali á ibúðum.

Annað á breddanum

  1. Bústaðarpolitikkurin má snúgva seg um at byggja bústaðir

    Bústaðarpolitkkurin má hava sum fremsta endamál at fáa bygt fleiri bústaðir í ymiskum støddum. Tað er besti hátturin at halda prísstøðinum niðri, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

    04. februar. 2026
    Hús
  2. Føroyar standa uttanfyri altjóða stóravtalur

    Meðan onnur lond knýta nýggj handilsbond og tryggja sær betri marknaðaratgongd, standa Føroyar framvegis eftir uttan nýggjar strategiskar fríhandilsavtalur

    04. februar. 2026
    Depositphotos 15343535 XL (1)
  3. Fyrilesturin um asbest nærkast

    Nú eru bert fáir dagar eftir, áðrenn almenni fyrilesturin um trygt arbeiði við asbest verður hildin á Hotel Hafnia

    02. februar. 2026 | Handverk og ídnaður
    Fyrilestur Um Asbest Og Trygt Arbeiði Í Byggivinnuni (6)