Fleiri inntøkur og ferðafólk, men færri bilar

11. apríl. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Fleiri inntøkur og fleiri ferðafólk um flogvøllin, men færri nýggir bilar vórðu skrásettir fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við sama ársfjórðing í fjør.

Inntøkuvøksturin hægri  í ár, men lægri enn miðalvøksturin fram til 2020

Fyrsta ársfjórðing í ár vórðu fluttar tilsamans 3,2 mia. kr. í lønum, pensjónum og øðrum veitingum umvegis føroysku a-skattaskipanina. Hetta vóru góð 3% meira enn enn somu tíð í 2021, men lægri enn miðalvøksturin í árunum frá 2015 til 2020, tá miðalvøksturin, fyrsta ársfjórðing, lá um 6%. Frá fyrsta ársfjórðingi 2020 til fyrsta ársfjórðing 2021 var vøksturin 0,6%.

Av samlaðu lønunum og veitingunum á 3,2 mia. kr., vórðu goldnar tilsamans 992 mió. kr. í inntøkuskatti. 462 mió. kr. til landið og 530 mió. kr. til kommunurnar.

Samlaði inntøkuskatturin til land og kommunur var 3,5% hægri fyrsta ársfjórðing 2022 samanborið við somu tíð í 2021.

Ferðafólkatalið um flogvøllin veksur støðugt

Fyrsta ársfjórðing í ár ferðaðust 49 túsund ferðafólk umvegis flogvøllin í Vágunum. Hetta eru 140% fleiri enn somu tíð í 2021, tá góð 20 túsund ferðafólk fóru um flogvøllin.

Tað var eftir fyrsta ársfjórðing 2021, at ferðafólkatalið um flogvøllin byrjaði at veksa aftur, eftir stóru afturgongdina, tá koronafarsóttin læsti ferðavinnuna niður í mars 2020. Samanlagt royndist 2021 tí betri enn 2020. Í 2021 fóru tilsamans 240 ferðafólk um flogvøllin samanborið við 2020, tá ferða­fólkatalið var 180 túsund.

Koronaskelkurin í 2020 fluttu føroysku ferðavinnuna nógv ár aftur í tíðina. Fyrsta ársfjórðing 2021 var ferðafólkatalið um flogvøllin umleið helvtina av tí, sum tað var fyri 10 árum síðan. Fyrsta ársfjórðing í ár er ferðafólkatalið komið upp aftur á sama støði sum fyrsta ársfjórðing 2015, tá ferðafólkatalið um flogvøllin var góð 50 túsund fólk.

Nógv færri nýggir bilar skrásettir higartil í ár

Fyrsta ársfjórðing í ár vórðu skrásettir 384 nýggir persónbilar á Akstovuni. Hetta eru góð 31% færri enn somu tíð í 2021 og á leið sama støði sum í 2014 og 2015, tá tað vórðu skrásettir ávikavist 307 og 411 nýggir persónbilar fyrstu tríggir mánaðirnar av árinum.

Tað skal viðmerkjast, at tað er ikki bert korona og kunjunkturar, sum ávirka bilasøluna. Bilasølan koyrir vanliga í bylgjum, har tað gongur upp og niður, nøkur ár í senn. Seinasta árið hevur bilasølan, um allan heimin, eisini verið nógv merkt av, at bilframleiðarar hava mangla sokallaði chip til framleiðsluna av nýggjum bilum. Hetta hevur viðført langar leveringstíðir av nýggjum bilum.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737