Fleiri kvinnuligir leiðarar tryggja fjølbroytni í leiðsluni

01. februar. 2010 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag, eins og DI, vísir tó á, at tað er ikki ein gongd leið at lóggeva kvinnur inn í leiðslu og nevnd.

Uppgerð hjá Dansk Industri vísir, at fleiri kvinnuligir leiðarar eru komnir í danska vinnulívið. DI heldur tað vera gott, at talið av kvinnuligum leiðarum í vinnulívinum so smátt er farið at hækka, tí fjølbroytni í leiðsluni er týdningarmikið hjá fyritøkuni
Ein størri partur av kvinnuligum fyrstulinju- og millumleiðarum er viðvirkandi til at geva fyritøkuni ein størri hóp at finna kvinnuligar leiðarar í og soleiðis vera ein føðiketa til ovastu leiðslurnar og nevndirnar, sigur Helle V. Rebien hjá DI. Hækkaði parturin av kvinnum kann eisini verða orsakað kynsbýtinum á hægri útbúgvingunum.
Hon vísir á, at tað at fáa allar neyðugar leiðsluførleikar í fyritøkurnar merkir, at fyritøkurnar verða styrktar. Tað hevur týdning, tí tann herda kappingarstøðan setur krøv um at vera í oddinum, tá tað snýr seg um nýggja vitan um marknaðir, vørur og intelligentar loysnir, greiðir Helle V. Rebien frá.
Í eini kanning hjá DI av gongdini frá 2004 til 2008 er lutfallið av kvinnuligum leiðarum millum sokallaðar fyrstulinjuleiðarar hækkað frá 23,4% til 25,2%. Tá talan er um millumleiðarar er hækkingin frá 18,4% til 22,1%. Og yvirskipað er hækkingin í leiðsluni næstan 1%.
Helle V. Rebien vísir eisini á, at kjakið um kynskvotur í nevndum er meiningsleyst fyri fyritøkur.
Tað hevði verið at lagt seg út í leiðslurættin og út í rættin hjá fyritøkunum av taka avgerðir um menningina hjá fyritøkuni út frá hennara støðu og tørvi, staðfestir Helle V. Rebien.
Føroya Arbeiðsgevarafelag er samt í, at tað skapar fjølbroytni bæði í leiðslu og í fyritøkuni sum heild, at bæði kyn eru umboðaði. Tað er tó ikki ein gongd leið at lóggeva kvinnur inn í nevndir hjá fyritøkum.
Jóhan Páll Joensen, formaður Føroya Arbeiðsgevarafelags, sigur, at man hevur hug at gloyma, at nevndarval altíð skulu gerast havandi felagsins/eigarans áhugamál í huga og ikki fyri javnstøðu skyld. Og tað er eisini ein veruleiki, at tað eru fólk við leiðsluroyndum, sum eru best egnaði til at sita í nevndini hjá eini fyritøku. Tað eru tí bæði teoretiskir og praktiskir førleikar, sum hava týdning fyri ein nevndarsess.
Tað hevði verið ein ynskistøða, at líka nógvar kvinnur sum menn vóru at velja ímillum til nevndarsessir. Men fyri at hetta skal henda, má hópurin, sum veljast kann úr, vaksa. Av tí at tað ofta verður valt millum leiðarar og millumleiðarar, er hetta ein tilgongd, sum má byrja við, at kvinnur fyrst eru millumleiðarar og leiðarar, og soleiðis gerast partur av hópinum, sum nevndarlimir verða valdir úr. Henda tilgongd er byrjað, og við tíðini fer hetta eisini at síggjast aftur í nevndarsamansetingunum.
Kjakið um javnstøðu í nevndum tænir einum endamáli við tað, at tey, sum velja fólk í nevndir, eru meiri tilvitaði um henda partin av nevndarvalinum. Tað má tó til eina og hvørja tíð vera tann, sum hevur endaligu ábyrgdina av síni íløgu og teim valum, sum harvið fylgja, sum avger, hvør í nevndini skal sita, sigur Jóhan Páll Joensen.
Kelda: Brot eru tikin úr DI Opinion

Annað á breddanum

  1. Kunningartiltak um verkfallið

    Í sambandi við at tey fýra arbeiðarafeløgini hava lýst verkfall, skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltaki fyri limum felagsins í dag

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Vinnuhusid 4
  2. Kunna um verkfallið í Varpinum í Klaksvík

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar kl. 10.00 í morgin, týsdagin, fyri kunningarfundi í Varpinum í Klaksvík um verkfallið.

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Vinnuhusid 4
  3. Kunningartiltak í Suðuroy um verkfallið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningarfundi á Seglloftinum á Tvøroyri kl. 09.00 mikudagin um verkfallið.

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Vinnuhusid 4