Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum
Ráðstevnan varð hildin í Smæruni í Havn og snúði seg um, hvussu fleiri fólk við skerdum arbeiðsføri kunnu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum.
"Fyri ein arbeiðsgevara, sum vil geva fólki við skerdum arbeiðsføri ein møguleika, kann tað vera trupult at vita, hvar ein skal byrja. Skipanirnar eru nógvar, treytirnar ymiskar, og fleiri stovnar eru á økinum. Hetta eiga vit at gera einfaldari", sigur Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd í Vinnuhúsinum.
Vinnuhúsið hevur tí savnað kunning um skipanir og møguleikar á heimasíðuni. Eisini verður arbeitt saman við Almannaverkinum um ein talgildan pall, har arbeiðsgevarar kunnu bjóða seg fram. Ætlanin er, at pallurin skal vera klárur fyri ársskiftið.
Fleiri arbeiðspláss skulu við
Í Føroyum eru góðir 2.000 arbeiðsgevarar, og árliga eru umleið 1.300 fólk í ella á veg inn í arbeiðsrættaðar skipanir. Skulu fleiri fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum, mugu fleiri arbeiðspláss taka lut.
"Arbeiðspláss eru ymisk og hava ymiskar fortreytir. Tí mugu skipanirnar vera smidligar. Hóast ikki øll kunnu bjóða fast starv, kunnu nógv gera mun, eitt nú við at bjóða arbeiðsbúgving í eitt avmarkað tíðarskeið", sigur Súsanna Berg.
Betri ráðgeving til arbeiðsgevarar
At hava fólk við skerdum arbeiðsføri í starvi kann krevja bæði tillagingar, tíð og eyka leiðsluorku. Tí er umráðandi, at arbeiðsgevarar fáa góða ráðgeving og uppfylging.
"Ein góður byrjanarfundur millum arbeiðsgevara, starvsfólk og kontaktpersón kann gera stóran mun. Eisini er reglulig uppfylging týdningarmikil, so arbeiðsgevarin ikki stendur einsamallur við møguligum avbjóðingum", sigur hon.
Vinnuhúsið hevur eisini sett rúmliga arbeiðsmarknaðin á breddan í netverkinum Varandi Vinna og arbeiðir við at styrkja vitanardeilingina millum privatar arbeiðsgevarar.
Vanta vitan um luttøkuna
Sambært Vinnuhúsinum vanta eisini betri hagtøl um, hvussu nógvir arbeiðsgevarar taka lut í rúmliga arbeiðsmarknaðinum, og hvussu luttøkan er býtt millum vinnugreinar og stødd á arbeiðsplássum. Eisini er tørvur á at vita, hvussu nógvir fyritíðarpensiónistar ynskja at arbeiða.
"Vit hava góðar møguleikar at fáa fleiri fólk við skerdum arbeiðsføri inn á arbeiðsmarknaðin. Nógvar av forðingunum kunnu loysast við einfaldum átøkum. Men tað krevur, at vit gera tað lættari hjá arbeiðsgevarum at taka lut", sigur Súsanna Berg.