Fleksibilitet og útboð í heilsuverkinum

05. mars. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Danir skulu tey næstu 10-15 árini byggja fleiri sjúkrahús. Í hesum sambandi, hevur Dansk Industri 11 tilmæli í bóklinginum: “11 veje til vækst og bedre sundhedsvæsen”.

Í bóklinginum verður m.a. mælt til, at tá nýggj sjúkrahús skulu byggjast ella umvælast, eigur man at hava størri fleksibilitet í sambandi við útboð.  Í dag verða nýbyggingar og umvælingar í stóran mun verkætlanar stýrdar eftir føstum fermetra tali og prísi. DI mælir til, at man loysir upp fyri hesum nakað avmarkandi stýringshátti og heldur gevur veitarum møguleika at vera nýhugsandi, sparandi og ikki neyðturviliga halda seg til eitt fast fermetra tal og prís. Hetta so leingi tilboðið er innanfyri ein fastan karm.
Harumframt verður m.a. mælt til, at allar tænastu uppgávur og tær, sum ikki eru sjúklinginum ov nær, verða sendar í útboð.
Eitt betri heilsuverk fæst við at útseta enn fleiri uppgávur fyri kapping.  Tann besti veitarin til tann besta prísin verður bert funnin, um tað verður framt í kapping við aðrar veitarar í einum útboði, verður sagt.
Enn hava vit ikki nakrar reglur um útboð í Føroyum.

Bóklingurin kann heintast her.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)