Flestu føroyingar halda, at inntøkuskatturin er alt ov høgur

30. september. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

71 prosent av føroyingum meta, at inntøkuskatturin er alt ov høgur. Hetta vísir ein kanning, ið Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, gjørdi til Vinnudagin 2013. Um samanborið verður við Danmark, halda 56 prosent av dønum, at inntøkuskatturin er alt ov høgur.

Tað afturvendandi kjakið á Vinnudegnum 2013 snúði seg hesuferð um skattanýskipan. Í hesum sambandi hevði Heri á Rógvi gjørt eina kanning av, hvat føroyingar halda um skatt, og hvørja hugsan føroyingar hava til serliga skattatrýstið á inntøkuskatt.

Breið semja er millum føroyingar um, at inntøkuskatturin er alt ov høgur, tí meira enn tveir triðingar av teimum spurdu mettu, at skatturin á arbeiðsinntøku er ov høgur. Tað er eisini haðani, at meira enn helvtin av teimum almennu inntøkunum stava, vísir ein uppgerð frá Hagstovuni.

Munur er eisini á hugburðinum til skatt, um fólk arbeiða innan tað almenna ella tað privata, ella hvar í landinum fólk búgva. Innan almenna geiran halda 60 prosent, at inntøkuskatturin er ov høgur, meðan 74 prosent í tí privata meta tað sama. Í Tórshavnarøkinum meta 61 prosent, at inntøkuskatturin er ov høgur, meðan 74 prosent í restini av landinum halda tað sama.

Kanningin vísti eisini, at fleiri fólk við lágum inntøkum halda, at inntøkuskatturin er alt ov høgur, enn fólk við hægri inntøkum. Av teimum, ið tjena minni enn 250.000 krónur um árið, halda nærum 80 prosent, at inntøkuskatturin er alt ov høgur. Av teimum, ið tjena meira enn 250.000 krónur um árið, er tað framvegis meginparturin (millum 50 og 60 prosent), ið meta, at inntøkuskatturin er ov høgur.

Framløgan hjá Hera á Rógvi kann lesast her.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737