Arbeiðsmarknaður

Flogskiparafelag Føroya vrakað semingsuppskot – arbeiðssteðgur lýstur

27. apríl. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Flogskiparafelag Føroya hevur í dag vrakað nýggjasta semingsuppskotið, sum semingsmaðurin legði fyri partarnar, og semingsmaðurin er givin við semingsroyndini. Sum avleiðing av, at samráðingarnar eru endaðar úrslitaleysar, hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag lýst verkbann.

Semingsmaðurin legði hósdagin í farnu viku enn eitt semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya. Føroya Arbeiðsgevarafelag góðtók semingsuppskotið, meðan Flogskiparafelag Føroya vrakaði uppskotið. Semingsmaðurin hevur nú endað semingsroyndina, og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí lýst verkbann.

”Hetta er ein sera óheppin støða, sum bæði flogskipararnir, Atlantic Airways og føroyska samfelagið verður kastað út í. Vit skilja ikki heilt, hví Flogskiparafelag Føroya hevur valt at forkasta bæði semingsuppskotini, sum semingsmaðurin hevur lagt fyri partarnar, tí vit hildu, at talan var um balanserað uppskot, sum tók atlit til sjónarmiðini hjá báðum pørtum,” sigur Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelagi.

Um avgerðina hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag at lýsa verkbann sigur Niels Winther víðari:

”Vit kenna okkum noydd til at lýsa verkbann, tí hvørki vit, Atlantic Airways ella føroyska samfelagið kann liva við at fara inn í hásesongina fyri flúgving við einari verkfalshóttan hangandi yvir sær til eina og hvørja tíð. Tá semingsmaðurin hevur endað semingsroyndina, er friðarskyldan ikki longur galdandi, og Flogskiparafelag Føroya kann til eina og hvørja tíð fara í verkfall við 14 daga fráboðanarfreist. Hóast vit vita, hvussu umfatandi avleiðingarnar verða fyri ferðing millum Føroyar og útlandið, vilja vit heldur taka arbeiðssteðgin nú, enn at bíða til summarfrítíðina, tá ferðafólkatalið er størst.”

Verkbannið er lýst at byrja frá samdøgursbyrjan kl. 00.00 fríggjadagin t. 12. mai  og er galdandi fyri teir limir hjá Flogskiparafelag Føroya sum arbeiða hjá Atlantic Airways við støð í Føroyum. Verkbannið er sostatt bert galdandi fyri støð í Føroyum, og ikki fyri støðina í Billund og Keypmannahavn.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur undantikið sjúkraflutning frá verkbanninum.

Fyri spurningar, hvussu hetta ítøkiliga ávirkar flúgvingina og aðrar praktiskar spurningar í hesum sambandi, verður víst til Atlantic Airways.

Annað á breddanum

  1. Freistin at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin

    Freistin at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin. Stevnan verður fríggjadagin 7. november við spennandi fyrilestrum og handanini av ársins heiðrum

    03. november. 2025
    Ferðavinnustevnan 2025 Seinasta Freist
  2. Tíðin er búgvin til at loyva alivinnuni at innflyta heilivág sjálv

    Havbúnaðarfelagið heitir á myndugleikarnar um at vísa álit á fakligu vinnuna og loyva alivinnuni at innflyta heilivág sjálv – undir skipaðum eftirliti og greiðum reglum

    03. november. 2025
    20230613 151609(0)
  3. Nýggjur sáttmáli fyri miðlafólk í privata geiranum

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk hava gjørt semju um nýggjan tvey ára sáttmála við lønarhækkingum á 4,32% og 3,87%

    03. november. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    FAG Føroysk Miðlafólk 2025