Semja um sáttmálan fyri flogternur og flogtænarar er undirskrivað
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Súlan, sum er fakfelagið hjá flogternum og flogtænarum hjá Atlantic Airways, hava tann 4. november skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála, sum er galdandi til 31. oktober 2028.
Partarnir eru samdir um eina lønarhækking á 3,95% tann 1. november 2026 og 4,00% tann 1. november 2027. Karmurin á 7,95% er sostatt á sama støði sum aðrar semjur hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag í verandi samráðingarrundu, sum byrjaði við samráðingunum við arbeiðarafeløgini.