Skills Føroyar, sum er FM fyri handverkslærlingar, verður á Tekniska Skúla í Klaksvík 25.-26. februar 2027
Í tveir dagar verður Tekniski Skúli í Klaksvík karmur um FM-kappingina Skills Føroyar, sum varpar ljós á yrkisútbúgvingar og dygdirnar hjá føroyskum lærlingum.
Endamálið er at geva ungum handverkslærlingum ein pall, har teir kunnu vísa síni evni og kappast í sínum fakum. Samstundis skal tiltakið geva øðrum ungum innlit í yrkisútbúgvingarnar og íblástur til at velja eina handverksliga útbúgving.
Í fyrstu atløgu fara lærlingar innan fyri húsasmíð, el-fakið, maskinfakið og kokkayrkið at kappast um at gerast føroyameistarar í sínum faki.
Tekniski Skúli í Klaksvík hevur góðar umstøður til bæði kappingar og framsýningar, og fyrireikararnir vænta, at næmingar, fyritøkur og onnur áhugað úr øllum landinum fara at leggja leiðina framvið.
Skills Føroyar er eisini eitt týðandi stig í arbeiðinum at geva føroyskum lærlingum møguleika at kappast á altjóða stigi.
Málið er, at Føroyar fáa limaskap í WorldSkills-samtakinum, so lærlingar í framtíðini kunnu umboða Føroyar og kappast saman við bestu ungu handverkarunum úr øllum heiminum.
Setið tí kross í kalendaran 25. og 26. februar 2027. Tá verður Klaksvík miðdepilin fyri føroyskt handverk og fakligan stoltleika.