Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur havt aðalfund

22. mai. 2017 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nýggjur nevndarlimur valdur

Hósdagin í farnu viku, hin 18. mai, hevði Føroya Arbeiðsgevarafelag ársaðalfund sín, har millum annað ársfrágreiðingin varð løgd fram.

Umframt kunning um gongdina í ymsu vinnugreinunum setur Føroya Arbeiðsgevarafelag í ársfrágreiðing síni serliga ljós á trý evni. Hesi eru fiskivinnunýskipan, eftirlønarnýskipan og vinnupolitikk.

Sjónarmið Føroya Arbeiðsgevarafelags til evnini eru samanumtikið:

•             Tørvur er á at gera eina fiskivinnunýskipan, men hetta má gerast við støði í einum yvirskipaðum vinnupolitikki. Pørtum av uppskotinum til nýggja fiskivinnuskipan kann felagið taka undir við. Harímillum ætlanunum um burðardyggan fiskiskap, grundað á umsitingarætlanir, herda revsing fyri ólógligan fiskiskap og kvotaskipan. Tó tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki undir við uppboðssølu av rættindum, tí mett verður ikki, at slík skipan í longdini gevur størsta avkastið hvørki fyri fyritøkurnar í vinnuni ella fyri landið. Felagið mælir til eina fíggjarliga burðardygga skatting av tilfeingisrentuni, grundað á staðfest miðalúrslit í vinnuni. Somuleiðis skal vinnan hava frælsi at leggja viðurskiftini til rættis, tó við ávísum rímiligum avmarkingum, har atlit verða tikin til samfelagsvirðini.

•             Eftirlønarnýskipan hevur verið á skránni í mong ár. Eisini henda samgonga hevur sett sær fyri at fáa í lag hesa nýskipan. Tað vísir seg tó, at trupult er at fáa politiska semju um hetta stóra mál. Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar, at politiska skipanin gevur sær far um stóru ábyrgdina, sum partarnar á arbeiðsmarknaðinum hava tikið í kollektivum sáttmálum, og ansar eftir at politiska nýskipanin tekur atlit til kollektivu avtalurnar, sum eru gjørdar. Tað er somuleiðis neyðugt, at partarnar á arbeiðsmarknaðinum verða tiknir við í arbeiðið at nýskipa eftirlønarøkið. Les meira um hetta í áskoðanini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag hesa vikuna.

•             Neyðugt er at dagføra landsins vinnupolitik. Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir til, at hetta verður gjørt sum skjótast. Seinastu út við tvey árini hevur verið arbeitt við fiskivinnu-, ferðavinnu-, sjóvinnu- og alipolitikki, og nú er eisini orkupolitikkur á dagsskránni. Gott og neyðugt er, at arbeitt verður við vinnugreinapolitikki, men Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar at yvirskipaður vinnupolitikkurin verður dagførdur, og kann verða grundarlag undir teimum vinnugreinapolitikkum, sum verða gjørdir.

Samlaða ársfrágreiðingin sæst her 

Fyri vali á aðalfundinum stóðu Bergur Poulsen, Kristoffur Laksá og Fróði Magnussen. Kristoffur Laksá og Fróði Magnussen tóku við afturvali og vórðu valdir. Bergur Poulsen bar seg undan afturvali, og í hansara stað varð Jens Meinhard Rasmussen valdur í nevndina. Afturat hesum sita Atli Gregersen, Bogi Jacobsen, Jón Sigurdsson og Høgni Hansen í nevndini.

Nevndin hevur ikki skipað seg enn.

Annað á breddanum

  1. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO
  3. Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

    Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    DALO 2025