Sjónarmið

Føroya Arbeiðsgevarafelag: Mugu velja millum meira vælferð ella meira frítíð

22. mai. 2023 | Áskoðan

Í tí serliga politiska veruleikanum tykist tað onkuntíð, sum vit kunnu fáa alt í senn. Styttri arbeiðstíð, lægri skatt, fleiri vælferðartænastur og stórar samfelagsútbyggingar. Tí var tað neyðugt og forfrískandi tá ein politikari í síðstu viku endiliga setti orð á veruleikan, sum øll onnur enn politikarar liva í: vit mugu raðfesta hvat vit vilja hava, tí vit kunnu ikki fáa alt í senn.

Um hugt verður eftir politisku ætlanunum fyri komandi árini, so tykist tað sum summi liva í einari dreymaverð: vit skulu útbyggja okkara vælferðartænastur, gera ovurstórar íløgur í infrakervið, og annars økja um almennu útreiðslurnar, samstundis sum vit lækka skattin, arbeiða minni og fáa meira í løn. Harumframt liva vit longri aftaná vit eru farin á pensión. Hetta í einari støðu, har langtíðarhaldføri ikki er í almenna búskapinum í verandi støðu.

Men tað er tíð uppá at vakna upp til veruleikan og byrja at raðfesta. Um politiskt ynski er um at regulera arbeiðsvikuna, og vit samstundis skulu hugsa um vælferðartænastur og víðari samfelagsútbyggingar, mugu vit samstundis gera onnur átøk, so samlaða arbeiðsútboðið kann varðveitast.

Mest upplagda økið at gera nakað við, er pensiónsaldurin. Tað er sagt upp í saman í nógv ár, at vit liva longri og longri, men vit hava bert gjørt heilt smávegis broytingar í pensiónsaldrinum. Hetta viðførir, at lutfallið millum tey, sum eru til arbeiðis, og tey sum ikki eru til arbeiðis, alsamt lækkar og framhaldandi fer at lækka.

Vit gerast færri sum skulu fíggja útreiðslurnar sum tað almenna hevur. Hóast vit eisini við tíðini gerast meira produktiv, er hetta ikki nóg mikið til at tryggja langtíðarhaldførið. Vit eiga tí at taka tað arbeiðið upp aftur, sum var varð gjørt við pensiónsnýskipanini, har ætlanin var at gera eina fasta skipan fyri, hvussu pensiónsaldurin hækkar, so hvørt sum livialdurin hækkar. Samstundis eigur at verða hugt uppá, hvussu vit gera tað meira lokkandi hjá pensionistum at arbeiða.

Í øllum norðurlondum verður kjakast um langtíðarhaldføri í búskapinum og hvussu vit eisini í framtíðini kunnu tryggja, at vit hava tær neyðugu vælferðartænasturnar til eitt aldrandi fólk við størri tørvi á vælferðartænastum. Í flestu londum eru nýskipanir gjørdar, sum skulu tryggja arbeiðsútboðið.

Í Danmark er t.d. gjørd ein føst skipan fyri, hvussu pensiónsaldurin hækkar. Í Svøríki verða gjørdar broytingar, sum skulu eggja pensionistum til at halda fram at arbeiða aftaná at tey hava rokkið pensiónsaldur, umframt at aldurin, har man kann byrja at fáa útgoldið pensión, hækkar. Í Noregi verður eingin mótrokning gjørd í pensiónini, um pensionisturin eisini hevur lønarinntøku.

Eisini onnur átøk kunnu gerast fyri at økja um arbeiðsútboðið. Sum Føroya Arbeisðgevarafelag fyrr hevur víst á, gevur tað slett onga meining, at starvsfólk rinda lægri skatt av uttanlandsinntøku, í mun til inntøku sum verður forvunnin í Føroyum. Á henda hátt eggjar landið føroyingar at fara uttanlands at arbeiða, samstundis sum bæði tað privata og tað almenna hava stóran tørv á starvsfólki.

Sama er við fiskavirkisskipanini, har fólk fáa stuðul til at ganga heima, hóast tørvur er á starvsfólki aðrastaðni, bæði á øðrum fiskavirkjum og í øðrum vinnugreinum.

Tað er neyðugt, at vit eisini í Føroyum taka kjakið upp aftur, hvussu vit tryggja neyðuga arbeiðsútboðið fyri at kunna fáa tær tænastur, sum tørvur er á, og sum ynski er um. Hetta er serliga átrokandi, um ætlanin er at regulera arbeiðsvikuna.

Annað á breddanum

  1. Tilmelding til vinnuferð til India

    Løgmansskrivstovan og Vinnuhúsið skipa fyri almennari vinnuferð til New Delhi í India í døgunum 19. – 25. november

    21. September. 2023 | Almenn tíðindi
    Depositphotos 159384102 XL
  2. Løgmaður á rættari leið – men við skeivari loysn

    Heldur enn at minka um framleiðslukapasitetin í Føroyum eiga vit at vaksa um hann, við at gera føroysku skattaskipanina meira kappingarføra.

    18. September. 2023
    Sjónarmið
  3. Jon Andersen á Vinnudegnum: Íverksetan, viljastyrki og dirvi

    Á Vinnudegnum fer Jon Andersen at greiða frá sínari søgu, um áhaldandi at koma upp aftur á føtur, at stríðast og tora at fylgja sínum dreymum

    18. September. 2023 | Almenn tíðindi
    Jon Andersen