387499939 1547198799362076 3942159282885307339 N

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið skrivað undir nýggjan sáttmála

18. desember. 2023 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar

Fullfíggjaður sáttmáli varð undirskrivaður týsdagin 12. desembur 2023 fyri sløkkiliðsfólk hjá Vága Floghavn

Á sumri 2022 gjørdu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið avtalu um at yvirtaka sáttmálaviðurskiftini hjá sløkkiliðsfólkum hjá Vága Floghavn. Sløkkiliðsfólk vóru frammanundan skipað undir avtalu millum Vága Floghavn og danska fakfelagið HK.

Hetta seinasta árið hava Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið arbeitt við at skriva ein fullfíggjaðan kollektivan sáttmála. Týsdagin 12. desembur 2023 varð komið á mál við hesum arbeiði, tá partarnir skrivaðu undir nýggjan sáttmála.

Sáttmálin kann sigast upp av báðum pørtum við 3 mánaða freist, tó í fyrsta lagi 1. januar 2025

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3