Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF hava undirskrivað nýggjan sáttmála fyri Elektron

03. juni. 2019 | Tíðindi | Sáttmálasamráðingar

Mánadagin 27. mai gjørdu Føroya Arbeiðsgevarafelag og YTF (Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar-, fíggjar-, KT o.l. fyritøkum) semju um nýggjan sáttmála galdandi fyri Elektron.

Sáttmálin er galdandi í tvey ár, fram til 31. mai 2021. Partarnir samdust um eina lønarhækking á 3,26% 1. árið og 2,56% 2. árið umframt aðrar smávegis broytingar í sáttmálanum. Hetta er sama lønarhækking, sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag í hesi samráðingarrunduni, sum byrjaði 1. mai 2018.

Annað á breddanum

  1. Sáttmálarnir longdir til midnátt mikukvøldið

    Samráðingarnar halda fram mikudagin

    05. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  2. Sáttmálarnir longdir til midnátt týskvøldið

    Samráðingarnar halda fram týsdagin

    04. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Vinnuhusid 4
  3. Frítíð skal leggjast til rættis í góðari tíð

    Nú nýggja frítíðarárið er byrjað, eiga arbeiðsgevarar at leggja summarfrítíðina til rættis í góðari tíð

    04. mai. 2026 | Burðardygd
    Frítíð2026