Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskir øllum ein góðan valdyst

30. juli. 2019 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Nú løgmaður hevur skrivað út val, fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at ynskja øllum valevnum ein góðan valdyst.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og hini feløgini í Vinnuhúsinum hava orðað 16 valynski til komandi samgongu, sum verða almannakunngjørd hvønn yrkadag komandi tíðina. Fyrsta valynskið verður almannakunngjørt í morgin. Til ber at fylgja við valynskjunum á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum industry.fo. Harumframt verður Vinnuhúsið á Facebook fram til valið við síðuni ‘Valið 2019 – Vinnuhúsið’.

Líkamikið hvør vinnur valið og kemur at stýra landinum komandi árini, so vónar Føroya Arbeiðsgevarafelag, at hesi fara at leggja seg eftir at skapa fortreytir fyri einum virðisskapandi og kappingarførum føroyskum vinnulívi.

Føroyski búskapurin er soleiðis samansettur, at vit útflyta meginpartin av tí, vit framleiða, og fyri útflutningsinntøkurnar keypa vit meginpartin av teimum vørum, vit nýta í gerandisdegnum.

Føroysku útflutningsvinnurnar eru í kapping við útlendskar vinnur, sum ofta virka undir heilt øðrvísi fortreytum, ið vit onga ávirkan hava á. Tað er tí alt umráðandi at tryggja føroysku útflutningsvinnunum góða marknaðaratgongd og møguleikar at framleiða sínar vørur og tænastur, soleiðis at vit standa okkum í kappingini á útflutningsmarknaðunum.

Á hinari síðuni er tað somuleiðis umráðandi at tryggja teimum vinnum, sum bert virka á heimliga marknaðinum, kappingarførar umstøður at virka innanfyri, til frama fyri føroyska brúkaran og samfelagið alt.

Tað er átroðkandi, at vinnupolitikkurin verður dagførdur, soleiðis at greiðu linjurnar, sum eiga at vera ímillum alment og privat vinnuligt virksemið verða staðfestar. Vit eru í alt ov stóran mun farin at síggja, at vinnuligar og almennar uppgávur verða blandaðar saman, og henda gongdin kann ikki halda fram, tí vit hava áður brent okkum so dyggiliga av manglandi skilnaði millum tað almenna og privata vinnuliga virksemið.

Harumframt eru støðug politisk viðurskifti og ein vælvirkandi almenn umsiting millum týdningarmestu fortreytirnar fyri íløguhugin, vinnuligari menning og framgongd í landinum. Óvissir politiskir karmar eiga ikki at vera partur av váðamyndini hjá vinnuni um okkara leiðir.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)