Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar
Varandi Vinna hevur saman við IRF og Kommunalu Brennistøðini skipað fyri skeiðinum, sum hevur til endamáls at geva starvsfólkum vitan og amboð til at betra um burturkastskiljing og endurvinning á arbeiðsplássum.

Skeiðið hevur verið skipað yvir sjey vikur við vitjanum hjá IRF á Hagaleiti og Kommunalu Brennistøðini á Hjalla. Luttakararnir hava fingið innlit í, hvussu burturkast verður handfarið, hvat hendir við tí, sum verður latið til endurvinning, og hví tað hevur týdning at skilja rætt.

Millum skeiðsdagarnar hava luttakararnir arbeitt við ítøkiligum átøkum fyri at betra um burturkastskiljingina á sínum egnu arbeiðsplássum.

“Vit fegnast um góðu undirtøkuna. Tað vísir, at fyritøkur vilja taka ábyrgd og gerast betri til at skilja burturkast. Tað hevur serliga stóran týdning, at luttakararnir kunnu taka vitanina við sær aftur á arbeiðsplássið og gera ítøkiligar broytingar”, sigur Súsanna Berg, ráðgevi í burðardygd í Vinnuhúsinum.

Vinnan hevur ein týðandi leiklut
Árliga hava vit umleið 64.000 tons av burturkasti í Føroyum, og 57 prosent av hesum stava frá vinnuni. Tí hevur vinnan stóran týdning, um vit skulu gerast betri til at skilja burturkast og gagnnýta tilfeingið.

Vónin er, at nýggju burturkastambassadørarnir kunnu vera við til at skapa størri tilvit um burturkastskiljing og fáa varandi broytingar í lag á sínum arbeiðsplássum.

Um áhugi er fyri tí, verður skipað fyri einum líknandi skeiði í 2027.











