Arbeiðsmegi

Føroya Handverksmeistarafelag kærir avgerðina hjá Kappingarráðnum

11. mars. 2024 | Tíðindi | Handverk og ídnaður

Kappingareftirlitið hevur almannakunngjørt eina avgerð hjá Kappingarráðnum sum sigur, at Føroya Handverksmeistarafelag og nakrir limir felagssins skulu hava framt brot á grein 6 í kappingarlógini.

Málið snýr seg um, at Føroya Handverksmeistarafelag í 2020 mælti undangóðkendum fyritøkum frá at bjóða uppá arbeiðið at gera eina svimjihøll í Runavík, tí útbjóðingartilfarið ikki var í lagi.

Nevndin í Føroya Handverksmeistarafelag hevur viðgjørt niðurstøðuna hjá Kappingareftirlitinum, og hevur avgjørt at kæra. Nevndin er ósamd í niðurstøðuni og metur, at fortreytirnar hjá Kappingarráðnum at gera niðurstøðuna eru skeivar.

Føroya Handverksmeistarafelag ætlar ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið fyrr enn ein endalig niðurstøða fyriliggur í málinum.

Tórshavn, tann 8. Mars 2024

Føroya Handverksmeistarafelag

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)