Føroya Keypmannafelag kallast nú Handilsvinnufelagið

29. august. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroya Keypmannafelag, hevur á eykaaðalfundi mikudagin 24. august 2011 nútímansgjørt lógir felagsins og broytt navnið til Handilsvinnufelagið.

Traditiónsríka vinnufelagið Føroya Keypmannafelag hevur á eykaaðalfundi 24. august gjørt av at nútímansgera lógir felagsins herundir endamálið, og broyta navnið til Handilsvinnufelagið.
Endamálsorðingin hjá felagnum er broytt í nýggju lógunum. Endamál felagsins er nú at savna føroyska handilsvinnu í ein vinnufelgsskap at útinna felags áhugamál.
Í virki sínum skal felagið skipa fyri felags menning í vinnugreinini, bæði í virkjunum, og av teimum karmum virkað verður undir. Millum limirnar skal felagið stuðla undir samskifti og førleikamenning, og úteftir virka sum felags málgagn mótvegis myndugleikum, stovnum og aðrari vinnu, herundir.
  • Menna og ávirka útbúgvingarskipanin fyri handilsvinnuna
  • Betra um rekruttering av arbeiðsmegi til vinnugreinina
  • Menna handilsvinnuna gjøgnum kunning og skeið
  • Greina og vísa á týdningin av handilsvinnuni
  • Ávirka og menna karmarnar fyri at reka handilsvinnu
  • Hoyring av lóggávu
  • Lobbyvirksemi
Í nevndini í Keypmannafelagnum hava verið Tummas Hanus Dam, Bjarti Højbro, Kristianna Sighvatsson og Siri Eysturoy. Bjarti Højbro, Kristianna Sighvatsson og Siri Eysturoy tóku ikki við afturvali á fundinum. Á eykaaðalfundinum varð Tummas Hanus Dam afturvaldur. Nýggir í nevndini eru Høgni Hansen og Poul Michelsen. Nevndin hevur ikki skipað seg enn.
Føroyska handilsvinnan er ein tann størsta vinnugreinin í Føroyum og tørvur er á, at vinnufyritøkur taka seg saman um felags áhugamál. Í næstum ferð nevndin undir at fyrireika á hvønn hátt felagið skal gera seg galdandi á handilsvinnupolitiska økinum.
Tey, sum máttu havt áhuga í at melda seg inn í felagið kunnu á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Til ber eisini at ringja til Vinnuhúsið 309900 at fáa nærri kunning.

Annað á breddanum

  1. Fyrilesturin um asbest nærkast

    Nú eru bert fáir dagar eftir, áðrenn almenni fyrilesturin um trygt arbeiði við asbest verður hildin á Hotel Hafnia

    02. februar. 2026 | Handverk og ídnaður
    Fyrilestur Um Asbest Og Trygt Arbeiði Í Byggivinnuni (6)
  2. Tilmelding til Aliráðstevnuna 2026

    Set kross í kalendaran. Tilmeldingin til Aliráðstevnuna 2026 letur upp 10. februar

    19. januar. 2026 | Havbúnaður
    G1A4467
  3. Almennur fyrilestur um trygt arbeiði við asbest

    Rikke Juel Lyng frá Teknologisk Institut heldur ókeypis fyrilestur um asbest og trygt arbeiði í byggivinnuni

    19. januar. 2026 | Handverk og ídnaður
    Fyrilestur Um Asbest Og Trygt Arbeiði Í Byggivinnuni (6)