Føroyar umboðaðar í Nordic Arctic Business Council

26. mai. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Mánadagin 19. mai var fyrsti fundur í Nordic Acrtic Business Council, sum norðurlendsku arbeiðsgevarafeløgini hava tikið stig til. Føroyar verða umboðaðar av Bartal Kass, fíggjarstjóra á MEST.

Arbeiðsgevarafeløgini í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi, Grønlandi og Føroyum hava mannað ein arbeiðsbólk kallað Nordic Arctic Business Council (NABC). Føroya Arbeiðsgevarafelag fekk høvið at hava umboð í arbeiðsbólkinum og var Bartal Kass, fíggjarstjóri á MEST, valdur.

Arbeiðsbólkurin skal komandi árið arbeiða við at gera eina strategi fyri, hvussu norðurlendsk vinna kann gagnnýta møguleikarnar í Arktis. Strategiin skal umfata:

·         Olju, gass og minuvinnu

·         Skipping og flutningsvinnu

·         Ferðavinnu

·         Fiskivinnu

Nakrir av stóru avbjóðingunum, sum mettar eru at verða í samband við gagnnýtslu av vinnumøguleikunum í Arktis, eru:

·         Førleiki og umsitingarorka

·         Handfaring av umhvørvisligu avbjóðingunum, so sum at verja ímóti dálking, tilbúgving, burðardyggur fiskiskapur o.l.

·         Flutningur, so sum trygd, tilbúgving í samband við havarí o.l.

·         Atgongd til arbeiðsmegi, trygd og handfaring av fremmandari arbeiðsmegi

Arbeiðsbólkurin skal eisini verða við til at tryggja áhugamálini hjá norðurlendskari vinnu yvirfyri nationalum og altjóða myndugleikum. Ein av uppgávunum er eisini at luttaka í Circumpolar Business Forum, sum arktiska ráðið fer at seta á stovn í 2014.

Arbeiðsbólkurin letur frágreiðing til norðurlendsku arbeiðsgevarafeløgini í 2015.

Til stuttleikar kann nevnast, at tríggir føroyingar eru í arbeiðsbólkinum. Bartal Kass, fíggjarstjóri á Mest, umboðandi Føroyar, Rúni M. Hansen, stjóri á Arktisku deildini hjá Statoil, umboðandi Norra og Jóannes Niclasen, stjóri á MT-Højgaard, umboðandi Grønland.

Annað á breddanum

  1. Vinnudagurin er um eina viku - melda til nú

    Minst til at melda teg til Vinnudagin, sum verður komandi fríggjadag. Á Vinnudegnum verða millum annað Ársins Virki og Vinnuátakið kosin

    11. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Undirsíða Á Industry.Fo
  2. Kjak á Vinnudegnum: Hvat kunnu vit gera longu nú?

    Á Vinnudegnum verður kjak um, hvussu vitlíki fer at broyta arbeiðsmarknaðin, og hvat vit kunnu gera longu nú

    08. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Panel Web 1
  3. Semja gjørd við handverkarafeløgini

    Nýggj semja er gjørd um lønar- og sáttmálaviðurskiftini hjá handverkarum fyri komandi tvey árini

    08. september. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 1 (1)