Føroyingar verða skattaðir av landinum

29. juni. 2015 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at føroyingar verða skattaðir av landinum at arbeiða.

Á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag legði felagið sum vanligt síni sjónarmið fram. Eitt av teimum evnunum, sum vórðu umrødd, er tann sannroynd, at føroyski arbeiðstakarin verður skattaður av landinum, tí skattur er orsøkin til, at tað loysir seg betri at arbeiða aðrastaðni enn í Føroyum. Avleiðingin av hesum er, at serliga norskar fyritøkur vinna kappingina um arbeiðsmegina móti teimum føroysku fyritøkunum. Ikki tí tær duga betri. Ikki tí tær kunnu gjalda eina hægri løn. Men tí tær eru staðsettar í einum landi, sum hevur eina betri skattaskipan, enn vit hava valt at hava í Føroyum. Norski inntøkuskatturin er nevniliga munandi lægri enn í Føroyum, og tað er ein trupulleiki, sum politiska skipanin má taka í álvara.

Føroya Arbeiðsgevarafelag staðfestur, at lønarskatturin í Føroyum er ein tann hægsti í heiminum. Hetta hevur fleiri óhepnar avleiðingar, har ein av teimum mest óhepnu er, at løntakarar velja sær at arbeiða í londum, har lønarskatturin er lægri enn í Føroyum. Føroyskt vinnulív kappast fegið um løn, men skattin fær vinnulívið ikki gjørt nakað við.

Tískil er bráneyðugt, at farið verður undir at broyta skattaskipanina soleiðis, at arbeiðsmegin, sum býr og arbeiðir í Føroyum, verður javnsett við arbeiðsmegina, sum eisini býr í Føroyum, men sum arbeiðir og rindar skatt uttanlands.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sett ein arbeiðsbólk at koma við uppskoti um, hvussu føroyska skattaskipanin eigur at verða tillagað. Arbeiðið er komið væl áleiðis, og felagið roknar við, at eitt úrlsit verður klárt fyrsta dagin.

Tað hevur alstóran týdning, at føroyskt vinnulív og føroyska samfelagið alt er kappingarført um arbeiðsmegina, og er skattur ein sera týdningarmikil partur av hesum.

Tískil mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til:

  • At skattaskipanin verður endurskoðað beinanvegin við tí endamáli at lækka lønarskattin. Partur av hesum má eisini vera at kanna, hvussu hetta skal fíggjast
  • At tað í einum og øllum verður tryggjað, at føroyskir arbeiðsgevarar orsakað av skatti ikki standa seg verri í kappingini um arbeiðsmegina

Les meira um hetta í ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737