Føroykst-íslendskt handilskamar verður stovnað

05. november. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Eitt handilskamar er ein áhugafelagsskapur fyri fyritøkur, feløg, stovnar og persónar, sum hava áhuga fyri samhandli millum lond. 10. november kl. 15.00 verður stovnandi aðalfundur í Vinnuhúsinum.

Endamálið við at skipa eitt handilskamar millum Føroyar og Ísland er at styrkja handilssambandi millum Føroyar og Ísland. Somuleiðis at gera eitt netverk millum fyritøkur, feløg, stovnar og persónar og eitt forum fyri sambandi við myndugleikarnar í londunum.

Handilskamari er eisini eitt forum har kjakast verður um almennar spurningar av áhuga fyri tey luttakandi, flytur vitan millum lond og kann viðvirka til menning av týdningi fyri handilssambandi. Handilskamari kann eisini fyriskipa fundir, verkstovur og ráðstevnur og hjálpa til, tá vitjanir eru í londunum frá myndugleikum og vinnufyritøkum.

Allar fyritøkur, feløg, stovnar og einstaklingar, sum hava áhuga í at menna handilssamstarvið millum Føroyar og Ísland eru vælkomin at melda seg inn í handilskamari.

Tilmeldingarskjal kann takast niður her.

Limagjaldið í føroyska-íslendska handilskamarinum er 800 kr. fyri einstaklingar, 2.500 kr. fyri fyritøkur við minni enn 50 starvsfólkum og 3.500 kr. fyri fyritøkur við fleiri 50 starvsfólkum.

Viðtøkur

Útgreinað endamál

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)