20230823 132318

Føroysk luttøka á DALO Industry days 2023

28. august. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Stóra ídnaðarmessan DALO Industry Days, sum Forsvarsministeriets Materiel- og Indkøbsstyrelse á hvørjum ári stendur fyri, var aftur í ár hildin 23.-24. august í Ballerup Super Arena

Ídnaðarmessan DALO Industry Days, er staðið har verjan og vinnan í Danmark verða tvinnað saman, og í ár var eitt serstakt økið sett av til fyritøkur við áhuga fyri arktisk.

Í hesum sambandi bleiv Vinnuhúsið saman við øðrum áhugaðum føroyskum fyritøkum bjóðaðar at luttaka. Nakrar føroyskar fyritøkur luttóku og umboð fyri Vinnuhúsið var eisini á messuni har høvi var hjá luttakarum at vísa seg fram og at møta møguligum samstarvsfelagum.

Ongin ivi er um vaksandi áhugan og virksemi sum kann væntast í samband við bæði altjóða trygdarpolitik og arktis komandi árini. Til dømis hevur danska stjórnin lagt ætlanir fram um at brúka 143 mia. afturat til verjumál komandi 10 árini, har ein partur kann væntast at fevna um íløgur til at styrkja um verjuna í Norðuratlantshavi.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737