Føroyska skattaskipanin gerast meira kappingarfør

13. juni. 2016 | Áskoðan

Nýsetta skattanevndin eigur at seta sær fyri at gera føroysku skattaskipanina meira kappingarføra mótvegis útlandinum

Í farnu viku boðaði Fíggjarmálaráðið frá, at ein skattanevnd er sett at viðgera broytingar í føroysku skattareglunum. Og tørvur er á at fremja broytingar í skattaskipanini, tí sum Føroya Arbeiðsgevarafelag fleiri ferðir hevur víst á, er ov stórur munur á føroysku skattasatsunum og skattasatsunum í teimum londunum, sum vit kappast við. Ikki minst tá tað snýr seg um persónligan inntøkuskatt, har føroyskir arbeiðsgevarar mugu gjalda eina nógv hægri løn enn t.d. teirra norsku kappingarneytar, um starvsfólkið skal hava tað sama eftir í lønarposanum eftir skatt.

Umframt at kappast við eina frammanundan høga norska løn, skulu føroyskir arbeiðsgevarar eisini kappast við norsku skattaskipanina, sum hevur ein munandi lægri inntøkuskatt. Norska stjórnin ætlar at lækka bæði partafelagsskatt og persónligan inntøkuskatt uppaftur meira enn hon longu hevur gjørt, so tað er í tøkum tíma, at nýggja skattanevndin fer til verka.

Føroysk starvsfólk eru ógvuliga mobil, og vit síggja, at Føroyar hava norðurlendskt met í at pendla millum Føroyar og útlandið. Einki annað norðurlendsk land hevur nær námind so nógvar altjóða pendlarar sum Føroyar hava. Í sjálvum sær er tað ikki ein trupulleiki, men um tað merkir at føroyskir arbeiðsgevarar ikki fáa sett skikkað starvsfólk, kann tað gerast ein forðing fyri framhaldandi virðisvøkstri.

Arbeiðssetningurin hjá skattanevndini er umfatandi, men nemur við eina røð av teimum viðurskiftum, sum hava týdning, tá tað snýr seg um at evna til eina skattaskipan, sum stuðlar undir búskaparvøkstri og nýggjum arbeiðsplássum. Tað verður tí spennandi at síggja tað lidna úrslitið, sum nevndin kemur fram til.

Kristina Háfoss hevur valt at seta eina nevnd við fakfólki við ymiskari vitan um økið. Tá man setir eina nevnd, sum bara er mannað við fakfólki, er tað tó serstakliga umráðandi, at ein slík nevnd leitar sær ráð frá øðrum pørtum í samfelagnum, herundir eisini frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Á henda hátt ber til hjá skattanevndini at tryggja sær, at tað eru tey mest umráðandi viðurskiftini, sum sjóneykan verður sett á.

Eisini er umráðandi at kommunali geirin verður tikin við í arbeiðið. Hetta er eisini partur av arbeiðssetninginum, men tað er undrunarvert, at einki umboð fyri kommunala geiran er við í skattanevndini. Kommunurnar krevja í dag líka nógvan inntøkuskatt inn sum landið, og tí er umráðandi at kommunali geirin verður hoyrdur, og tekur undir við niðurstøðunum hjá skattanevndini.

Annað á breddanum

  1. Freistin at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin

    Freistin at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin. Stevnan verður fríggjadagin 7. november við spennandi fyrilestrum og handanini av ársins heiðrum

    03. november. 2025
    Ferðavinnustevnan 2025 Seinasta Freist
  2. Tíðin er búgvin til at loyva alivinnuni at innflyta heilivág sjálv

    Havbúnaðarfelagið heitir á myndugleikarnar um at vísa álit á fakligu vinnuna og loyva alivinnuni at innflyta heilivág sjálv – undir skipaðum eftirliti og greiðum reglum

    03. november. 2025
    20230613 151609(0)
  3. Nýggjur sáttmáli fyri miðlafólk í privata geiranum

    Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk hava gjørt semju um nýggjan tvey ára sáttmála við lønarhækkingum á 4,32% og 3,87%

    03. november. 2025 | Sáttmálasamráðingar
    FAG Føroysk Miðlafólk 2025