Føroyska vinnan fegnast um útlit til fríhandilsavtalu við Turkaland

15. september. 2014 | Áskoðan

Í farnu viku boðaði Løgmansskrivstovan frá, at samráðingarnar á embætismannastigi um handilsavtalu við Turkaland vóru komnar á mál, og at partarnir eru samdir um fríhandil fyri m.a. fiskavørur. Føroyskt vinnulív fegnast um útlitini til hesa fríhandilsavtalu fyri týðandi vørubólkar og vónar, at partarnir gera skjótt av og fáa avtaluna undirskrivaða á politiskum stigi, so handilsavtalan kann koma í gildi.

Føroyskt vinnulív hevur í langa tíð sóknast eftir betri handilsavtalum við umheimin, serliga í sambandi við fiskavøruútflutningin, og Turkaland er við sínum uml. 80 mió íbúgvum ein áhugaverdur marknaður afturat teimum verandi høvuðsmarknaðunum. Hetta er bæði galdandi fyri ávís botnfiskasløg, laks og tað pelagiska. Í kanning, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørdi millum fyritøkurnar í útflutningsvinnuni var Turkaland ovast á listanum yvir lond, sum Føroyar átti at gera handilsavtalu við.

 

Týdningurin av góðum handilssambondum við útheimin kann ikki yvirmetast. ES-boykottið av pelagiskum fiskavørum vísti okkum týðiligt, at tað hevur stóran týdning fyri føroyskt vinnulív at hava góða atgongd til nógvar ymiskar marknaðir. Bæði tá atgongdin til vanligu marknaðirnar er avmarkað av handilspolititiskum ávum, men eisini tá eftirspurningurin í hesum marknaðunum minkar orsakað av búskaparligari afturgongd í keyparalandinum.

 

Føroysk útflutningsvinna hevur tó framvegis munandi verri marknaðaratgongd til áhugaverdar marknaðir úti í heimi enn kappingarneytarnir hava. Hetta er bæði galdandi fyri toll og í s.v. heilsufrøðiligar góðkenningar. Tað hevur tí stóran týdning, at eitt áhaldandi arbeiði verður gjørt fyri at fáa í lag heilsufrøðiligar avtalur og handilsavtalur við áhugaverdar marknaðir úti í heimi.

Annað á breddanum

  1. Limir kunnu nú melda seg til Vinnudagin

    19. september verður Norðurlandahúsið aftur karmur um spennandi fyrilestrar og samrøður á Vinnudegnum 2025

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    Heimasíðan Tíðindi
  2. Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

    Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

    18. august. 2025 | Havbúnaður
    HBF LOGO
  3. Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

    Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

    18. august. 2025 | Almenn tíðindi
    DALO 2025