DALO 2025
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroyskar fyritøkur á DALO Industry Days

18. august. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í vikuni skipar danska verjan fyri messuni DALO Industry Days. Eisini føroyskar fyritøkur luttaka

Mikudagin og hósdagin í hesari vikuni skipar danska verjan fyri DALO Industry Days, har verjan og vinnan hittast í Ballerup í tveir dagar. Tiltakið er liður í ”open for business”-strategiini hjá verjuni, har fyritøkur kunnu hitta innkeyparar og onnur, sum starvast í verjuni.

Eisini føroyskar fyritøkur luttaka á DALO í ár, bæði sum framsýnarar og sum vitjandi. Vinnuhúsið hevur samskipað føroysku luttøkuna, sum fer fram sum partur av básinum hjá Dansk Industri.

Verjan hevur ein breiðan tørv á innkeypi av vørum og tænastum, og tað sæst eisini á teimum luttakandi fyritøkunum, sum koma úr øllum vinnugreinum.

DALO er størsta messa av sínum slag í Norðurlondum, og í sambandi við DALO eru eisini onnur atknýtt tiltøk um tørvin á innkeypi til donsku og evropeisku verjuna komandi árini.

DALO verður hildin á hvørjum ári í august, og var fyrstu ferð á skránni í 2012. Síðani tá er messan vaksin nógv í vavi.

Mynd: Forsvarsministeriet – fmi.dk

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios