Føroyskar fyritøkur møttu grønlendskum fyritøkum í Nuuk

18. apríl. 2013 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Á vinnuráðstevnuni í Nuuk høvdu føroysku fyritøkurnar í gjár høvið at hitta grønlendskar fyritøkur í beinleiðis práti.

Fyrraparturin varð skipaður soleiðis, at føroyskar fyritøkur høvdu smáar framløgur um sítt virksemi, og kunnað varð eisini um fíggjarmarknaðin í Grønlandi.

Seinnapartin varð so skipað fyri sokallaðum face-to-face fundum í mentanarhúsinum Katuaq. Fundirnir vórðu avtalaðir, áðrenn farið varð úr Føroyum, og hvør fundur varð 20 minuttir, so høvið var hjá føroysku fyritøkunum at fáa ein breiðan kunnleika til, hvørjar fyritøkur eru á grønlendska marknaðinum, og hvørjar eru viðkomandi fyri føroyskar fyritøkur.

Í morgun eru fyriskipaðar vitjanir á fyritøkunum Arctic Supply Base, Nuuk Transport og í nýbygdu handilsstøðini Pissifik.

Føroyska ferðaliðið kemur aftur til Føroya í morgin, fríggjadagin.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737