Føroyski búskapurin á vegamóti

30. november. 2009 | Áskoðan

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við sjónarmiðunum um, at tað eigur at verða tikið eitt kjak um búskaparligu støðuna hjá landinum.

Áhugavert hevur verið at fylgt kjakinum um føroyska búskapin í fjølmiðlunum um vikuskifti. Magni Laksafoss løgtingslimur sambandsflokksins vísti á, at tað er neyðugt at gjøgnumganga búskaparligu støðuna hjá landinum og at fáa eina breiða semju um búskaparpolitikkin. Eisini á landsfundi fólkaflokksins hevur evnið verið til umrøðu.
Ásannanin er, at almennu útreiðslurnar eru vaksnar sera nógv seinastu árini og vaksa framvegis, og at fíggjarlógin hevur ikki havt nóg stórt yvirskot, meðan búskapurin vaks við ferð og nú búskapargongdin vendir, hongur fíggjarlógin slett ikki saman longur.
Seinasta tíðin hevur tó víst at sera torført er at fáa politiskar semjur um búskaparpolitikkin og tað undrar, tá politikarar umboðandi samgonguna føra hesi sjónarmið fram. Tað eru jú somu fólk, sum sita í lyklastøðu í mun til at fáa semju um búskaparpolitikkin.
Ikki tí Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at breið semja eigur at fáast sum grundarlag undir búskaparpolitikki Føroya, soleiðis at arbeitt verður við langtíðarmálum, hetta fyri at tryggja stabilitet yvir tíð bæði fyri vinnuna og samfelagið alt.

Les eisini grein á heimasíðu okkara “Val og frával”

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios