Føroyski landabásurin í Brússel væl vitjaður

07. mai. 2014 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í dag er annar dagur á sølumessuni fyri sjómat í Brússel, har fleiri føroyskar fyritøkur luttaka. Tá dyrnar lótu upp í gjár, stóðu kundar uttanfyri og bíðaðu. Nógv fólk streymaðu til messuna frá morgunstundini av, heilt til messan lat aftur kl. 18:00.

Eisini føroyski landabásurin verður nógv vitjaður, og eftirspurningurin eftir føroyskum sjómati tykist at vera stórur.

Seafood Expo Global er heimsins stórsta sølumessa innan sjógæti, og føroyski landabásurin liggur í høllini, ið hevur flest vitjandi.

Hetta merkir, at nógv fólk koma framvið landabásinum, og luttakararnir hava góðar møguleikar at vísa á teirra vørur og at marknaðarføra føroyskan sjómat.

Við á básinum í ár eru Bakkafrost, Hiddenfjord, PRG Fiskavirkið, Varðin Pelagic, North Pelagic, JFK, Pelagos og Landshandilin.

 

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737