Føroyski samfelagsbúskapurin kom væl ígjøgnum 2021

17. januar. 2022 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Hóast korona framvegis spøkir og órógvar samfelagið, so benda nýggjastu hagtølini á, at føroyski samfelagsbúskapurin er komin rættiliga væl ígjøgnum hesi seinastu tvey óvanligu árini

Inntøkurnar ongantíð verið størri enn í 2021

Í fjør vórðu fluttar tilsamans 12,7 mia. kr. í lønum, pensjónum og øðrum veitingum umvegis føroysku a-skattaskipanina. Hetta vóru góð 2% meira enn í 2020 og 5% meira enn í 2019.

Av samlaðu lønunum og veitingunum á 12,7 mia. kr., vórðu goldnar tilsamans 3,9 mia. kr. í inntøkuskatti. 1,8 mia. kr. til landið og 2,1 mia. kr. til kommunurnar.

Samlaði inntøkuskatturin til land og kommunur var eisini góð 2% hægri í 2021 enn í 2020.

Ferðafólkatalið um flogvøllin veksur aftur

Í 2021 ferðaðust 239 túsund ferðafólk umvegis flogvøllin í Vágunum. Hetta eru 33% fleiri enn í 2020, tá 180 túsund ferðafólk fóru um flogvøllin.

Tað var bara fyrsta ársfjórðing í 2021, at ferðafólkatalið um flogvøllin var lægri enn í 2020. Allar hinar mánaðirnar hevur ferðafólkatalið verið hægri enn í 2020.

Koronaskelkurin í 2020 fluttu føroysku ferðavinnuna nógv ár aftur í tíðina. Í 2020 var ferðafólkatalið um flogvøllin á leið tað sama sum í 2005, tá ið tað fóru góð 181 túsund ferðafólk um flogvøllin. Í fjør var ferðafólkatalið komið upp aftur á sama støði sum í 2013, tá ferðafólkatalið um flogvøllin var góð 236 túsund ferðafólk.

Eisini fleiri nýggir persónbilar skrásettir í 2021

Í fjør vórðu skrásettir 1.991 nýggir persónbilar á Akstovuni. Hetta eru 104 fleiri enn í 2020 og á leið sama talið sum í 2016 og 2017, tá ið tað vórðu skrásettir ávikavist 1.971 og 1.951 nýggir persónbilar í Føroyum.  

Tað skal viðmerkjast, at tað er ikki bert korona og kunjunkturar, sum ávirka bilasøluna. Bilasølan koyrir vanliga í bylgjum, har tað gongur upp og niður, nøkur ár í senn. Seinasta árið hevur bilasølan, um allan heimin, eisini verið nógv merkt av, at bilframleiðarar hava mangla sokallaði chip til framleiðsluna av nýggjum bilum. Hetta hevur viðført langar leveringstíðir av nýggjum bilum.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737