Føroyskir arbeiðsgevarar kunnu fáa fleiri umsøkjarar til teirra størv

12. apríl. 2010 | Tíðindi | Útbúgving og gransking

Einfalda skipanin Yrkistænastan hevur nú virka í tveir mánaðir, og úrslit vísa, at við eisini at nýta hesa skipan, kunnu arbeiðsgevarar fáa fleiri umsøkjarar, tá søkt verður eftir starvsfólki.

Talan er um eina nýggja skipan, sum skal virka fyri at styrkja sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og tey lesandi. Yrkistænastan er ein skipan, sum vendir sær beinleiðis til føroyingar undir útbúgving við upplýsingum um leys størv. Allir arbeiðsgevarar kunnu ókeypis nýta hesa tænastu, sum hevur virkað í tveir mánaðir.
Tað er ein sannroynd, at føroyska samfelagið einans kann bjóða ein part av teimum útbúgvingum, ið eru neyðugar í dagsins samfelagi. Tí er tað sera umráðandi, at føroyingar leita sær út um landoddarnar at nema sær førleikar, sum kunnu vera við til at bera okkara land framá. Men tað er samstundis ein trupulleiki fyri føroyska samfelagið, at føroyingar ikki venda heimaftur eftir lokna útbúgving uttanlands. Yrkistænastan er amboðið, sum tryggjar sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin við føroyingar, meðan teir eru uttanlands í útbúgvingarørindum. Tílíkar skipanir eru eisini at síggja í londunum rundan um okkum.
Tað er Uttanríkisráðið, Vinnuhúsið, Stuðulsstovnurin og Meginfelag Føroyska Studenta, sum standa fyri hesum átaki. Sí fleiri upplýsingar um, hvussu tú sum arbeiðsgevari kanst nýta tænastuna her.

Annað á breddanum

  1. Skeið um grundleggjandi setanarviðurskifti

    Í komandi viku skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri skeiði um grundleggjandi setanarviðurskifti

    19. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    IMG 0993
  2. Kunningarfundur um semjuna við arbeiðarafeløgini

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningarfundi fyri limum um nýggju semjuna við arbeiðarafeløgini

    18. mai. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    Semja 2
  3. Vinnuferð til Grønlands

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar í heyst fyri vinnuferð til Nuuk, har fyritøkur kunnu styrkja sambond og kanna nýggjar møguleikar

    18. mai. 2026 | Almenn tíðindi
    Vinnuferd Nuuk