Føroyskir løntakarar væl nøgdir

24. juni. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Vinnuhúsið hevur gjørt eina kanning av nøgdseminum hjá føroysku arbeiðsmegini. Samanumtikið er føroyski løntakarin væl nøgdur.

Í januar 2008 gjørdi Vinnuhúsið avtalu við Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning um eina kanning av motivatiónsfaktorunum hjá løntakarum innan privata arbeiðsmarknaðin á landi. Orsøkin til at Vinnuhúsið ynskti hesa kanning var, at sera stór kapping var um arbeiðsmegina inntil miðskeiðis í 2008. Arbeiðsgevararar kappaðust uttan at vita, hvat løntakarar í veruleikanum mettu hava týdning fyri setanina, og tí varð lønin ofta brúkt til at tiltrekkja arbeiðsmegina. Vit høvdu tó ein varhuga av, at hetta ikki var týdningarmesta kappingarparametrið.
Kanningin er avmarkað til privata arbeiðsmarknaðin á landi, og varð gjørd í august 2008, tá spurnarbløð vórðu send til gott 3200 løntakarar. Tíðirnar og soleiðis eisini støðan á arbeiðsmarknaðinum eru munandi broyttar síðan august 2008. Tað er tó framvegis okkara meting, at samlaða úrslitið í kanningini er eftirfarandi.
Kanningin og úrslitini av henni eru samanberilig við líknandi kanningar í londunum kring okkum. Tað hevur ikki borið til at samanborið við aðrar partar av føroyska arbeiðsmarknaðinum, tí ongin tílík kanning er áður gjørd í Føroyum.
Motivatiónin verður í hesi kanning máld eftir nøgdsemi og tilknýti til arbeiðsplássi. Samanumtikið vísir kanningin, at føroyskir løntakarar eru eins nøgdir og føla eins tætt tilknýti til arbeiðsplássið, sum løntakarar í Danmark, sum annars eru ovarlaga í altjóða samanberingum innan økið.
Eru spurningar í sambandi við kanningina ber til at venda sær til Vinnuhúsið. Kanningin er tøk á heimasíðu Vinnuhúsins www.industry.fo ella við at fylgja hesi leinkju: Motivatiónskanning 2008

Annað á breddanum

  1. KT-felagið á vinnuferð í Grønlandi

    KT-felagið hevur verið á vinnuferð í Grønlandi fyri at styrkja sambondini og leggja lunnar undir nýtt samstarv

    06. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    20260930 142035091 Ios (1)
  2. Nýggj yrkisútbúgving til KT-supportara byrjar 2. november

    Nú ber til at taka KT-supportaraútbúgving við føroyskari skúlagongd. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti henni

    05. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    Mynd Nema Kt
  3. Sulisisut í Grønlandi og Vinnuhúsið styrkja samstarvið

    Í farnu viku varð nýggj samstarvsavtala undirskrivað millum grønlendska vinnuhúsið Sulisisut og Vinnuhúsið í Føroyum

    05. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    20261001 195627317 Ios