KT Felagið Tonik 2
KT-Felagið

FøroysKT á breddanum á Tonik

13. mai. 2025 | Tíðindi | KT- og samskifti

KT-felagið varpaði ljós á føroyskar KT-loysnir á ársins Tonik og arbeiðir nú við strategiskum átøkum, sum skulu styrkja føroysku KT-vinnuna.

Aftur í ár luttók KT-felagið á KT- og tøkniráðstevnuni Tonik, sum er tann størsta av sínum slag í Føroyum. Endamálið hjá felagnum var at varpa ljós á týdningin av einari sterkari og føroyskt rótfestari KT-vinnu.

Við egnum bási setti KT-felagið serligt fokus á KT-loysnir, sum eru mentar í Føroyum. Hesir førleikarnir hava týdning ikki einans fyri at tryggja tænastur og innovatión her heima, men eisini sum útflutningsvøra.

Á Tonik kom greitt fram, at áhugin fyri KT og tøkniligum loysnum er vaksandi – bæði millum fyritøkur, stovnar og einstaklingar í Føroyum, og eisini millum altjóða aktørar, sum síggja potentialið í einum dynamiskum og fleksibum marknaði sum tí føroyska. 

KT-felagið arbeiðir nú við at menna nýggj strategisk átøk, sum kunnu lyfta útflutningsmøguleikarnar, og við góðum samstarvi og støðugari menning er málið at skapa eitt KT-øki, sum er til gagns fyri bæði vinnulív og samfelag.

Á myndini er nevndin í KT-felagnum: Gudny Langgaard, Snæbjørn B. Jacobsen, Ólavur Ellefsen, Reimund Langgaard og Ulla Joensen. Kristin R. Davidsen manglar á myndini.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)