Download
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Føroysku elprísirnir hjá vinnuni millum teir hægstu í Evropa

24. november. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Tað vísir samanbering, sum Vinnuhúsið hevur gjørt av elprísunum í Føroyum og uttanlands. Munurin gerst størri, tess størri orkunýtslan er

Elprísirnir, sum føroyskar vinnufyrirtøkur skulu gjalda fyri sína elnýtslu, eru sum heild millum teir hægstu í Evropa og munandi hægri enn hjá okkara størstu kappingarneytum. Hetta ávirkar kappingarførið, serliga hjá teimum orkutungu vinnufyritøkunum. Eitt nú alifyritøkur og fyritøkur, sum innfrysta fisk.

Í løtuni er lægsti elprísurin, sum føroyskar ídnaðarfyritøkur skulu gjalda, 1,63 kr/kwt u/MVG. Og 1. januar hækkar hesin prísurin til 1,74 kr/kwt. Hjá fyritøkum, sum hava lága elnýtslu, ella sum ikki koma undir serligu prísskránna fyri ídnaðarkundar, er prísurin hægri enn hetta.

Til samanberingar er miðal elprísurin fyri fyritøkur og almennar stovnar (non-household consumers) í ES 1,33 kr/kwt.

Kostnaðarmunurin gerst størri, tess størri nýtslan er. Teir orkutyngstu brúkararnir í Føroyum gjalda framvegis 1,63 kr/kwt (frá 1. januar 1,74 kr/kwt). Men miðal fyri ES er tá 1,03 kr/kwt.
Verður samanborið við okkara størstu kappingarneytar, t.d. í Íslandi og í Noregi, er munurin uppaftur størri. Tá er prísurin í Føroyum fleirfalt tað, sum okkara kappingarneytar skulu gjalda.

Hinvegin er prísurin hjá vinnukundum við lágari elnýtslu á leið tann sami sum miðal í ES.

Parturin av varandi orku í elframleiðsluni verður eisini samanborin við onnur lond um okkara leiðir. Parturin av varandi orku var í 2023-24 hægri í elframleiðsluni í Føroyum enn miðal í ES (kjarnorka ikki íroknað). Tó var framleiðslan úr varandi orkukeldum nógv størri partur av elframleiðsluni í bæði Noregi, Íslandi og Danmark, enn hann var í Føroyum.

Les alla greiningina her.

Les eisini: Svarti veruleikin í grøna orkuskiftinum

Annað á breddanum

  1. Stórur áhugi fyri skeiðum um setanarviðurskifti

    Út við 100 luttakarar hava teknað seg til heystskeiðini í grundleggjandi setanarviðurskiftum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 130725061 Ios
  2. Hvussu skilja vit hvønn annan, tá ið ymiskar mentanir møtast?

    Mentanarmunir og samskifti eru millum høvuðsevnini á Ferðavinnustevnuni, sum verður á Hotel Hafnia 6. november

    21. oktober. 2026 | Ferðavinna
    IMG 2689
  3. Fleiri skulu fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

    Einfaldari skipanir fáa fleiri arbeiðsgevarar við. Tað var boðskapurin hjá Vinnuhúsinum á ráðstevnu hjá Brekumboðnum

    21. oktober. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20261020 105057000 Ios