Føroyskur innflutningur úr Bretlandi

14. mai. 2012 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Føroyska sendistovan í London hevur latið frágreiðing úr hondum, sum lýsir føroyskan innflutning úr Bretlandi.

Frágreiðingin er gjørd út frá samrøðum, sum sendistovan hevur havt við føroyskar fyritøkur innan ymsar vinnugreinar. Talan var bæði um fyritøkur, sum innflyta vørur til víðari sølu og fyritøkur, sum innflyta vørur til egna framleiðslu. Fyritøkurnar vóru millum annað spurdar um royndir teirra við at innflyta bretskar vørur beinleiðis úr Bretlandi og um møguligar orsakir til, at tær ikki innfluttu fleiri bretskar vørur.
Fyrst í frágreiðingini verður hugt at innflutningi Føroya við serligum atliti at innflutningi av vørum, sum hava sín uppruna í Bretlandi. Síðani verður hugt eftir fríhandilssáttamála Føroyar við ES, og hvørjar møguleikar sáttmálin gevur. Eftir hetta verður hugt nærri at møguligum orsøkum til lága innflutningin av bretskum vørum. Síðani verða givin nøkur uppskot til, hvat møguliga kann gerast fyri at økja um innflutningin. Til seinast í frágreiðingini eru kontaktupplýsingar uppá fyritøkur, feløg og stovnar, sum møguliga kunnu hjálpa føroyskum fyritøkum at finna bretskar samstarvspartar.

Leinkja til frágreiðing.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737