Føroyskur landabásur á sølumessu í Brússel

20. apríl. 2015 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í morgin lata dyrnar upp til heimsins stórstu messu innan sjógæti, Seafood Expo Global 2015. Føroyski landabásurin stendur tá klárur og í tríggjar dagar verður landabásurin staðið, har luttakandi fyritøkur taka ímóti vitjandi og kunnu fáa sambond við nýggjir kundar og marknaðir.

í 2014 vóru fleiri enn 25.800 vitjandi á messuni og samanlagt luttóku 1.690 framsýnarar frá 76 londum.

Við á básinum í ár eru: Bakkafrost, Hiddenfjord, JFK, PRG-Fiskavirkið, North Pelagic, Varðin Pelagic, Pelagos og Landshandilin.

Vinnuhúsið samskipar luttøkuna á føroyska landabásinum, og lýsingarfyritøkan Sansir hevur gjørt og sniðgivið básin.

Annað á breddanum

  1. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  2. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3
  3. Høgir elprísir og stórt útlát raka kappingarførið

    Elprísurin í Føroyum er millum teir hægstu í Evropa, samstundis sum elframleiðslan er millum tær, sum hava størst CO₂-útlát í Evropa

    27. oktober. 2026 | Burðardygd
    IMG 2737