Ingi Og Miriam

Fólkaskúlin og vinnan kunnu samstarva meira

27. november. 2023 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ingi á Smið og Miriam Johannesen, lærarar á NámX, halda, at fólkaskúlin og vinnan kunnu samstarva meira. Í NámX royna tey at leggja stóran dent á at samstarva við vinnuna.

Herfyri fingu næmingar í íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX handað prógv í Vinnuhúsinum. Í níggju vikur fingu næmingarnar serliga frálæru um ferðavinnu

Í vinnuprátinum hesaferð tosa vit við Inga á Smið og Miriam Johannesen, ið eru lærarar á íverksetanar- og ferðavinnubreytini á NámX.

VINNUHÚSIÐ: Hvussu kom samstarvið millum NámX og ferðavinnuna í lag í sínari tíð?

INGI OG MIRIAM: Síðani NámX byrjaði í 2010 hava vit havt eina íversetarabreyt. Fyri fýra árum síðan víðkaðu vit breytina til eisini at fevna um ferðavinnu, sum jú er upplagt at tengja saman við íverksetan. Breytin er við í FM í íverksetan á hvørjum ári. Og tá nú ferðavinnan er vaksandi í Føroyum, var upplagt at fáa samstarv í lag við vinnuna. So vit bóðu um fund við Guðrið Højgaard og Vinnuhúsið, har vit løgdu fram okkara ætlanir um at bjóða næmingunum eitt ferðavinnuskeið. Tey vóru fús og so var bara at fara í gongd.

 

VINNUHÚSIÐ: Hvat læra næmingarnir við at luttaka á skeiðnum?

INGI OG MIRIAM: Eina rúgvu. Tey vitja risarnar innan ferðavinnu í Føroyum og fáa sostatt innlit í teir ymisku tættirnir í ferðavinnuni. Eisini læra tey um kundatænastu og kundarøkt og marknaðarføring.

 

VINNUHÚSIÐ: Hvat kunnu næmingarnar taka við sær frameftir?

INGI OG MIRIAM: Umframt at tey fáa eitt diplom, sum kann brúkast at søkja starv við, fáa tey holla vitan um ferðavinnu. Fyri summi birtist áhugi fyri hesum spennandi øki.

 

VINNUHÚSIÐ: Hvussu vilja tit yvirskipa lýsa samstarvið millum fólkaskúlan og vinnuna í Føroyum?

INGI OG MIRIAM: Satt at siga er ov lítið samstarv í fólkaskúlanum sum heild. Onkur hissini vitjan her og har. Í 9. flokki fara næmingar tó í starvsvenjing, so har er eitt ávíst samstarv. Men í NámX leggja vit stóran dent á samstarv við vinnuna. Vit eru jú brúgvin millum skúla og vinnu, kanst tú siga. T.d hevur sjóvinnubreytin nógv samstarv við fiskivinnuna og ítróttarbreytin samstarvar við ÍSF. Og vit í ferðavinnubreytini hava nógv samstarv við eitt nú Íverksetarahúsið í Klaksvík, Hugskotið og aðrar íverksetarar. Og so sjálvandi hetta samstarvið við Vinnuhúsið, sum vit eru sera fegin um.

VINNUHÚSIÐ: Hava tit nakað hugskot um, hvussu samstarvið millum fólkaskúlan og vinnuna kann styrkjast?

INGI OG MIRIAM: Sum sagt er nógv samstarv við vinnuna í NámX. Í fólkaskúlanum er kortini nakað minni. Og tað vil so vera, at tað er truplari har, tí vit hava so bundnar tímatalvur og námsætlanir, sum skulu fylgjast. Okkurt skipað samstarv er tó. Til dømis koma handverkarar av øllum slag inn í skúlan at greiða frá og harvið verður víst á aðrar møguleikar enn miðnám. Tað eru skúlavegleiðarar, ið skipa fyri hesum í 8. flokki á hvørjum ári.

Annars er tað nokk sera ymiskt, hvat gjørt verður. Í okkara skúla hava lærarar í smæstu flokkunum onkuntíð vitjað arbeiðspláss hjá foreldrum. Foreldur eru oftast beinasom, tá ið tað snýr seg um vitjanir. Og í barnasinninum eru øll arbeiði spennandi. Vit hava t.d. verið og vitjað KVF, í tinginum og í ymiskum handlum.

Spurningurin er, um vit kanska kundi havt "vinnulív" á tímatalvuni sum lærugrein, nærmast. Tað er ein áhugaverdur tanki, men tað eru so myndugleikarnir, ið eiga ta avgerðina.

Annað á breddanum

  1. Verkfallið fevnir bara um fakfelagslimir

    Tað eru grundleggjandi tvær fortreytir, sum gera av, um verkfallið er galdandi fyri starvsfólk ella ikki.

    16. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)
  2. Kunningartiltak í Suðuroy um verkfallið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningarfundi á Seglloftinum á Tvøroyri kl. 09.00 mikudagin um verkfallið.

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)
  3. Kunningartiltak um verkfallið

    Í sambandi við at tey fýra arbeiðarafeløgini hava lýst verkfall, skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltaki fyri limum felagsins í dag

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    2 (8)