Forsøgn spáar skjóta vend í amerikanska búskapinum

05. januar. 2009 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Ein amerikansk, teldugjørd forsøgn spáar, at búskaparliga gongdin fer at venda longu í summar. Serfrøðingar eru samdir, men teldan hevur fyrr roknað skeivt.

Ein amerikanskur roknifrymil, við heitinum “50 Professional Forecasters Blue Chip”, er forritaður til at hyggja inn í fíggjarligu framtíðina. Har sær hann, at ógvusliga afturgongdin í amerikanska búskapinum er um at vera av, og at tað longu í junimánaða í ár, fer at ganga ímóti betri tíðum. Tað skrivar The New York Times.

Forsøgnin er grundað á metingar hjá 50 íløgufólkum, sum starvast í íløgubankum, vinnugreina­feløgum og størri fyritøkum.
Henda ljósareyða myndin er tó treytað av, at amerikanska Kongressin samtykkir ein fíggjarligan hjálparpakka uppá 675 mia. dollarar yvir tvey ár, og at framhaldandi fall í bensinprísunum fer at økja bjartskygni og keypihugin hjá amerikanska brúkarinum.
Eftirverkir
Fleiri búskaparfrøðingar hava hug at vera samdir við forsøgnini, men tað eru eisini tey, ið ivast. Ein teirra er Nouriel Roubini, búskaparfrøðingur á University of New York. Í einari viðmerking til Bloomberg News, skrivaði hann herfyri, at hann væntar, at afturgongdin verður drúgv og heldur á í minsta lagi hetta árið út. Og hóast búskaparliga kreppan formliga kanska kann sigast at vera liðug tá, so fara eftirárinini at vera so kraftmikil, at búskapurin langt inn í 2010 fer at hava eyðkenni, ið minna um eina afturgongd.
Týdningarmikil sálarfrøði
Robert Shiller, búskaparfrøðingur á Yale væntar, at ein øking í almennu íløgunum og størri útlánshugur hjá bankunum, fara at hava jaliga ávirkan á búskapin.
“Um USA fremur stórar almennar íløgur í undirstøðukervið og amerikanarar merkja, at tað hevur eina ávirkan, so fara fólk at kenna á sær, at samfelagið er á rættari kós og tey byrja at førka seg aftur til eina meira normala støðu. Veruligi trupulleikin í løtuni er, at vit øll standa í einari bíðistøðu,” sigur hann við The New York Times.
Svikaligur frymil
Vit vita tó, at búskaparligir frymlar kunnu fara skeivir, og tað er eisini komi fyri hjá Blue Chip. Allar útrokningar eru grundaðar á ta fyritreyt, at amerikanski búskapurin grundleggjandi er sunnur, og tí liggja úrslitini eisini í tí jaliga endanum. Hetta hevur Blue Chip fyrr havt trupulleikar av.
Frymilin varnaðist ikki afturgongdina í amerikanska búskapinum fyrr enn seint síðsta summar, men tá høvdu nógvar fyritøkur og borgarar í USA longu merkt kreppuna á egnum kroppi. Orsøkirnar til skeivu metingina vóru m.a., at frymilin ikki tók hædd fyri stoytunum frá fíggjarkreppuni og teirri ávirkan, sum fallið í húsaprísunum hevði á brúkaraálitið og harvið samfelagsbúskapin.
Kelda: epn.dk

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)