Soulaima

Frá gøtubarni til stjóra í Silicon Valley

06. september. 2024 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Kom á Vinnudagin 20. september og hoyr Soulaimu Gourani tosa um leiðslu.

Soulaima Gourani er marokkanskur-danskur íverkseti, búsitandi í Silicon Valley, og er kend sum professionellur røðari og bestseller rithøvundur. Hon er stjóri og stovnari av fyritøkuni Happioh Inc.

Hennara ferð byrjaði sum gøtubarn. Í sínum ungdómsárum hevur Soulaima megnað at vunnið á stórum avbjóðingum. Hon gavst í skúla í 7. flokki, fór heimanífrá sum 13-ára gomul og búði í fosturheimi. Hóast hesa mótgongd hevur hon skarað framúr innan tøknivinnuna og hevur havt týðandi leiklutir í fyritøkum sum Maersk Data, Microsoft og Hewlett-Packard.

Hon hevur fingið heiðurin sum Young Global Leader av World Economic Forum og hevur fingið fleiri viðurkenningar, harímillum verið nevnd millum Europe’s 40 Under 40, Thinkers 50, og Nordic Thinkers 20, og so er hon ein av stovnarunum av Silicon Valley Roundtable.

Soulaima er viðurkendur røðari og undirvísir fyri fleiri Fortune 500-fyritøkur, so sum Aberdeen, Adecco, Alk Abello, Aon Hewitt, Cisco, Citroen, Colliers, DELL, Deloitte, Diageo, DuPont, Ernst & Young, FLSmidth, Genzyme, H. Lundbeck, IBM, LEGO, Leo-Pharma, McKinsey, Microsoft, News Corp, NNIT, Novo Nordisk, Novozymes, Roche A/S, Samsung, SimCorp, TDC, Volvo og fleiri aðrar. Sum røðari hevur hon staðið á palli og deilt sína vitan saman við týðandi persónum, sum eitt nú Arnold Schwarzenegger, Malala Yousafzai, Sir Ken Robinson og Sir Alex Ferguson.

Sum viðurkendur vertur í vikuligu sendingini, World Economic Forum Young Global Leader, ger hon hugfangandi samrøður við leiðarar, politikarar og aktivistar um evni innan leiðslu, vøkstur og broytingar. Haraftrat er hon viðmerkjari til Forbes Leadership Channel, og fyrrverandi mentor í TED Fellow og limur í ráðgevandi nevndini hjá UN Women.

Á Vinnudegnum fer Soulaima at tosa um leiðslu. Hon fer undir heitinum The Future of Work & Embracing Change at greiða frá nýggjastu vitanini um heimsins rák innan leiðslu. Við ágrýtni gevur hon kunnleika og íblástur til at menna fyritøkuna.

Annað á breddanum

  1. Jørgin Jacobsen í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaran tosa vit við Jørgin Jacobsen, stjóra í Sandship, um vøkstur og at síggja møguleikar uttan fyri Føroyar

    29. september. 2026 | Almenn tíðindi
    Jørgin Jacobsen Vinnukikarin Heimasíða 2
  2. Ferðavinnan vitjaði í Kvívík

    Ferðavinnufelagið var mánadagin á økisvitjan í Kvívíkar sókn og fekk innlit í ferðavinnutilboð og møguleikar í økinum

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    20260929 103057000 Ios
  3. Hvør skal heiðrast á Ferðavinnustevnuni?

    Á Ferðavinnustevnuni 6. november verða ársins ferðavinnufólk og ársins átak heiðrað. Tú kanst vera við at avgera, hvør skal heiðrast

    29. september. 2026 | Ferðavinna
    IMG 5467