Frælsa atgongd til arbeiðsmegi

21. juni. 2010 | Áskoðan

Føroyski arbeiðsmarknaðurin má latast upp til tess at gera vinnuna betur kappingarføra. Tað er eitt av tilmælunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tiltøk mugu eisini setast í verk til tess at minka ungdómsarbeiðsloysi.

Føroyskar fyritøkur eru fyri vanbýti sammett við fyritøkurnar í okkara grannalondum. Onnur lond hava ein frælsan arbeiðsmarknað, meðan føroysku fyritøkurnar hava ikki frælsi at fáa ta arbeiðsmegi, sum tørvur er á. Tí hava fyritøkur í grannalondunum ein kappingarfyrimun.

Tað staðfestir Føroya Arbeiðsgevarafelag í síni ársfrágreiðing. Felagið mælir beinleiðis til, at føroyski arbeiðsmarknaðurin verður latin upp. Ítøkiliga merkir tað, at arbeiðsloysismarkið fyri nær fyritøkur kunnu útvega sær útlendska arbeiðsmegi, verður tikið burtur. Ístaðin eigur skipanin, sum var í gildi í 2008 og 2009, har ES-arbeiðsmegi lættari kundi koma til Føroya, at setast í gildi aftur sum skjótast.

Arbeiðsgevarafelagið vísir á, at verandi forðingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum virka avmarkandi fyri, at fyritøkur kunnu mennast, og at hetta er til stóran bága fyri kappingarføri á marknaðunum.

Felagið nevnir, at føroyski búskapurin fær ágóðar av útflutningsvinnuni, men at útflutningsvinnan ikki fær ment seg í Føroyum, sum aðrastaðni, tí politisku karmarnir fyri arbeiðsmarknaðin eru alt ov stirvnir.

-Sjálvt í hesum døgum við lutfalsliga høgum arbeiðsloysi er trupult at manna fyritøkur við teimum starvsfólkum, sum tørvur er á. Bæði skip og fiskavirkir hava trupulleikar at fáa starvsfólk, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Felagið vísir til kanning á arbeiðsmarknaðinum, har tað verður staðfest, at føroysk vinna hevur brúk fyri møguleikanum at fáa lætta og skjóta atgongd til arbeiðsmegi frá øðrum londum.

Ynskið er grundað á, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er sera opin, men at hurðin er nógv lættari at lata upp, tá føroyingar vilja leita sær av landinum, enn tá útlendsk arbeiðsmegi bankar uppá fyri at sleppa inn á føroyska arbeiðsmarknaðin. Arbeiðsgevarafelagið sigur tí, at við stóru sveiggjunum í føroyska búskapinum er neyðugt at hava lagaligar reglur fyri arbeiðsmegi.

-Vit laga okkum skjótt til broyttar umstøður í øllum uttan í atgongdini til arbeiðsmegi, og tí er neyðugt hjá okkum at hava liðiligari skipanir. Avleiðingarnar av, at vit ikki hava liðiligar skipanir, tá ferð er á búskapinum, er lønarglíðing og versnandi kappingarføri, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Stórt ungdómsarbeiðsloysi

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera ørkymlandi, nú seinastu hagtølini vísa, at ungdómsarbeiðsloysi er heili 28 prosent. Felagið stúrir fyri gongdini, tí eftir hesum tølunum byrjar stórur partur av okkara ungdómi sítt arbeiðslív í arbeiðsloysi.

Arbeiðsgevarafelagið mælir tí politiska myndugleikanum, ALS og pørtunum á arbeiðsmarknaðinum til at seta tiltøk í verk fyri at fyribyrgja ungdómsarbeiðsloysinum.

Vinnumálaráðið, Mentamálaráðið og Almannamálaráðið hava gjørt eitt tilmæli til landsstýrið um, hvussu ungdómsarbeiðsloysi kann basast. Arbeiðsgevarafelagið tekur undir við, at eitt miðvíst arbeiði verður gjørt á hesum øki og heldur, at átøk mugu setast í verk beinanvegin.

Arbeiðsgevarafelagið útihýsir ikki, at seinastu broytingarnar í ALS-skipanini eru ein orsøk til vaksandi arbeiðsloysi. Fólk fáa nú upp til 20.000 krónur í útgjaldi um mánaðin. Felagið heldur, at hetta setur stór krøv til ALS-umsitingina og politisku skipanina, soleiðis at skipanin ikki verður misbrúkt, men at arbeiðsleys verða sett í starv og at svart arbeiði verður fyribyrgt.

Annað á breddanum

  1. Bústaðarpolitikkurin má snúgva seg um at byggja bústaðir

    Bústaðarpolitkkurin má hava sum fremsta endamál at fáa bygt fleiri bústaðir í ymiskum støddum. Tað er besti hátturin at halda prísstøðinum niðri, heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag

    04. februar. 2026
    Hús
  2. Føroyar standa uttanfyri altjóða stóravtalur

    Meðan onnur lond knýta nýggj handilsbond og tryggja sær betri marknaðaratgongd, standa Føroyar framvegis eftir uttan nýggjar strategiskar fríhandilsavtalur

    04. februar. 2026
    Depositphotos 15343535 XL (1)
  3. Fyrilesturin um asbest nærkast

    Nú eru bert fáir dagar eftir, áðrenn almenni fyrilesturin um trygt arbeiði við asbest verður hildin á Hotel Hafnia

    02. februar. 2026 | Handverk og ídnaður
    Fyrilestur Um Asbest Og Trygt Arbeiði Í Byggivinnuni (6)