Frælsi samráðingarrætturin staðfestur í Føroya rætti

18. januar. 2021 | Áskoðan

Í farnu viku fall dómur í Føroya rætti, har Føroya Reiðarafelag fekk viðhald í, at ein áseting í løgtingslóg um uppboðssølu í 2016 er dømd at vera ógildug. Úrskurðurin segði, at tað var ógildugt, at løgtingið gjørdi beinleiðis inntriv í kollektivan sáttmála millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini.

Tá lógin var til hoyringar skrivaði Føroya Arbeiðsgevarafelag í hoyringssvari, at hetta var eitt serstakliga álvarsligt mál og metti tað helst vera brot á evropeiska mannarættindasáttmálan, at politiski myndugleikin soleiðis leggur seg út í sáttmálaviðurskifti, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava avtalað undir frælsum samráðingum.

Grundleggjandi er føroyski arbeiðsmarknaðurin skipaður soleiðis, at politisku myndugleikarnir ikki leggja seg út í, hvussu arbeiðsmarknaðurin velur at skipa seg í mun til sáttmálar, lønir og annað.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vísti á í hoyringarskrivi, at hetta var eitt brot við grundleggjandi meginreglur á arbeiðsmarknaðinum um frælsa samráðingarrættin, sum ikki bert fevnir um rættin at gera m.a. sáttmálar, men eisini at politiski myndugleikin skal halda seg frá at gera inntriv í gjørdar sáttmálar. Hetta varð mett at verða í stríð við evropeiska mannarættindasáttmálan, ið verjir frælsa samráðingarrættin. Grein 11 í mannarættindasáttmálanum snýr seg um “forsamlings- og foreningsfrihed”, og hóast hugtakið er yvirskipað, hevur Mannarættindadómstólurin seinnu árini sagt fleiri dómar, sum styrkja tann frælsa samráðingarrættin. Grein 11, stk. 2 sigur, at frælsi samráðingarrætturin ikki má skerjast, uttan so at hetta verður gjørt við lóggávu og er neyðugt fyri at tryggja rættindi hjá øðrum borgarum í einum demokratiskum samfelag.

Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni metti somuleiðis, at grein 7, stk. 2 í lógaruppskotinum um frádrátt var greitt brot á frælsa samráðingarrættin á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og sum beinleiðis setti til viks áseting í einum galdandi sáttmála millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini.

Føroya rættur metti ikki, at talan var um eitt neyðugt inntriv, tá Løgtingið lóggav um at ógilda frádráttarrættin hjá reiðarum í sáttmálanum.

Dómurin í Føroya rætti vísir eisini til grein 55 í stýrisskipanarlógini og grein 5 í heimastýrislógini, sum siga, at løgtingslóg, ella partur av løgtingslóg, ikki hevur gildi, um hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála, sum Føroyar eru partur av.

Ásetingin í løgtingslóg, har landsstýrið velur at gera inntriv í ítøkilig viðurskifti, sum eru skipað í galdandi sáttmála millum partar á arbeiðsmarknaðinum, er í hesum føri dømd at verða ógildug.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fegnast um, at Føroya Rættur er komin til hesa niðurstøðu, og felagið metir hetta sum ein sigur fyri føroyska arbeiðsmarknaðin og allar partar, sum varða av kollektivum sáttmálum og avtalum.

Annað á breddanum

  1. Suðurkorea vísir áhuga fyri føroyskum fiskavørum

    Vitjan úr Suðurkorea setti sjóneykuna á fiskavørur, marknaðaratgongd og møguleikarnar fyri at menna samhandilin millum londini

    14. juli. 2026 | Burðardygd
    Suðurkorea Vitjan Juli2026
  2. Nýggj avtala um sjósílaverkætlanina í 2026

    Havbúnaðarfelagið og P/F Firum hava skrivað undir nýggja avtalu um sjósílaverkætlanina. Endamálið er at fáa meiri vitan um føroysku sjósílini og kanna møguliga ávirkan frá alivinnuni.

    30. juni. 2026 | Ráðgevaravinna
    1
  3. Geopolitisk óvissa og grøna umleggingin seta altjóða shipping undir trýst

    Reiðarafelagið fyri Handilsskip luttók í vikuni á aðalfundi, nevndarfundi og altjóða shippingráðstevnu hjá International Chamber of Shipping (ICS) í Rom, har leiðarar úr altjóða shippingvinnuni, stjórnir, myndugleikar og altjóða felagsskapir umrøddu størstu avbjóðingarnar, sum vinnan hevur.

    30. juni. 2026 | Shipping
    4