KT

Frágreiðing um burðardygd

05. oktober. 2023 | Tiltak | Burðardygd

Kom og ger eina frágreiðing um burðardygd

Fyri at seta ferð á arbeiðið við burðardygd, fer Vinnuhúsið at skipað fyri arbeiðsfundum, har tey luttakandi fáa førleikar og amboð til at gera egnar frágreiðingar um burðardygd. Málið er at gera tað lættari hjá føroyskum fyritøkum at seta orð á, í hvønn mun burðardygd er partur av dagliga virkseminum og hvørji átøk eru sett í verk fyri at gerast enn meiri burðardygg

Seks arbeiðsfundir verða í røðini og tann fyrsti verður hósdagin 5. oktober.

Tað eru nógvar føroyskar fyritøkur, ið hava burðardygd sum part av dagsskránni, men færri enn 10 fyritøkur hava gjørt almennar frágreiðingar um burðardygd fyri 2022. At kunna skjalfesta hvussu burðardygg fyritøkan er, kann m.a. ávirka áhugan at keypa vørur ella tænastur frá fyritøkuni, fíggingartreytir og áhugan hjá starvsfólki at starvast hjá fyritøkuni.

At máta burðardygd er nýtt fyri tey flestu. Hóast nógv tilfar er framleitt um evnið, so er tað ein eftirspurningur hjá føroyskum fyritøkum at hittast og umrøða møguleikar og avbjóðingar. Tí skipar Vinnuhúsið fyri seks arbeiðsfundum í heyst og vetur.

Til arbeiðsfundirnar verða upplegg um ymisk viðkomandi evni, t.d. hvussu tú byggir eina frágreiðing upp, setur mál, roknar CO2-útlát og velur lyklatøl. Luttakarar fáa høvi at arbeiða við egnum frágreiðingum og fáa hjálp við teimum evnum, ið tykjast torfør. Hetta er eisini eitt sera gott høvi at koma í samband við onnur, ið arbeiða við burðardygd og soleiðis geva hvør øðrum íblástur. Eftir seks arbeiðsfundir (og nakað av heimaarbeiði) hava tey luttakandi eina nærum lidna frágreiðing, ið kann tillagast til 2023, tá árið er lokið.

Arbeiðsfundirnir verða fyrrapart hósdag aðru hvørja viku árið út:

  • 5. oktober
  • 19. oktober
  • 2. november
  • 16. november
  • 30. november
  • 14. desember

Teir verða hildnir í Vinnuhúsinum. Kostnaðurin fyri luttøku á seks arbeiðsfundum er 6.000 kr/fyritøku. Allir limir í Føroya arbeiðsgevarafelag við undirfeløgum kunnu luttaka. Fyritøkurnar avgera sjálvar, hvørji starvsfólk eru best egnað til at luttaka. Ikki er neyðugt at hesi hava nakrar førleikar innan burðardygd, fyri at luttaka.

Melda til luttøku í seinasta lagi týsdagin 26. september við at senda ein teldupost til: industry@industry.fo

Annað á breddanum

  1. Reimund nýggjur í nevndini hjá KT-felagnum

    Reimund Langgaard er valdur inn í nevndina hjá KT-felagnum, meðan Ulla Joensen heldur fram sum forkvinna

    28. Apríl. 2025 | KT- og samskifti
    KT Felag Nevnd 2025
  2. Eyðvør heldur fram sum forkvinna

    Nevndin í Handilsvinnufelagnum er óbroytt, og Eyðvør Berg heldur fram sum forkvinna

    28. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    Handilsvinnufelag Nevnd 2025
  3. Aðalfundur í Handilsvinnufelagnum

    Skráin fyri aðalfundin er sambært viðtøkum felagsins

    22. Apríl. 2025 | Handilsvinna
    IMG 0559 (1)