Cruiseferðavinna 1
Sjóvinnufelagið

Framløgur og pallborðsorðaskifti um cruiseferðavinnu

23. februar. 2026 | Tíðindi

Hagtøl, royndir og kjak um, hvussu cruiseferðavinna kann skapa størri virði fyri føroyskt vinnulív, eru á skránni, tá ið Sjóvinnufelagið skipar fyri almennum tiltaki 3. mars kl. 13 á Hotel Hilton

Cruiseferðavinnan veksur, og møguleikarnir eru stórir. Týsdagin 3. mars kl. 13 skipar Sjóvinnufelagið fyri almennum kunnandi tiltaki um, hvussu vinnan kann skapa størri virði fyri føroyskt vinnulív.

Cruiseskip vitja í vaksandi tali, men gagnnýta vit veruliga teir vinnuligu møguleikarnar? Á tiltakinum verður sjóneykan sett á, hvussu cruiseferðavinnan kann gerast ein sterkari og meira virðisskapandi partur av føroyska vinnulívinum.

Tiltakið er skipað í tveimum pørtum. Fyrst fakligar framløgur og síðani pallborðsorðaskifti eftir ein stuttan steðg.

Hagtøl, royndir og ítøkilig dømi
Fyrri parturin gevur eina breiða og fakliga lýsing av cruiseferðavinnuni – frá hagtølum og yvirskipaðum greiningum til ítøkilig vinnulig átøk.

 

  • Hanus Mikkelsen, stjóri í Tórshavnar havn, leggur fram eina yvirskipaða og fakliga framløgu við hagtølum og greiningum av cruiseferðavinnuni. Hann umrøður m.a. talið av gestum, turn-around virksemi, samanberingar við onnur lond og hvussu nógv vinnan kann kasta av sær.
  • Rannvá Troest, cruiseumboð og sølufólk í Runavíkar havn, greiðir frá royndunum at taka ímóti cruiseferðaskipum, og hvussu havnin hevur skipað seg fyri at lofta vaksandi virkseminum.
  • Óli Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia, greiðir frá, hvussu hann hevur ment eitt ítøkiligt tilboð til cruiseferðavinnugestir og soleiðis gagnnýtir teir møguleikar, sum vinnan gevur.

Við hesum verður grundarlagið lagt fyri eitt fakligt og realistiskt kjak um, hvussu størri partur av virðisskapanini kann verða eftir í Føroyum – ikki bert í ferðavinnuni, men eisini hjá havnum, tænastuveitarum, veitingarfyritøkum, flutningsvinnu og øðrum vinnugreinum.

Hvussu fáa vit meira burtur úr cruise?
Eftir steðgin verður pallborðsorðaskifti við luttøku frá vinnuaktørum og Visit Faroe Islands. Her verður sjóneykan sett á: 

  • Hvussu Føroyar kunnu fáa størri virði burtur úr cruiseferðavinnuni
  • Hvørjir karmar skulu styrkjast
  • Hvussu samstarvið millum aktørar kann skipast betri. 

Dentur verður lagdur á, at cruiseferðavinnan ikki bara er ein spurningur um ferðavinnu, men um breiða vinnuliga menning.

Praktisk kunning
Tiltakið verður týsdagin 3. mars kl. 13 á Hotel Hilton. Tað er alment og ókeypis, men krevur tilmelding. Freistin at tekna seg er fríggjadagin 27. februar. 

Tilmelding fer fram her.

 

Mynd: Runavíkar Havn

Annað á breddanum

  1. 100% varandi elorka í 2030 er ikki realistiskt

    Varandi elorka á landi í 2030 verður munandi minni enn væntað, og tað broytir treytirnar hjá vinnuni

    20. apríl. 2026 | Burðardygd
    Varandi Vinna Netverksfundur MEST 2
  2. Urd Potts tekur við sum næstforkvinna

    Urd Potts er vald í nevndina hjá Føroya Handverksmeistarafelag og er samstundis vorðin nýggj næstforkvinna í felagnum

    20. apríl. 2026 | Handverk og ídnaður
    FMHF Nevnd 2026
  3. Jakob Dam valdur í nevndina hjá Handilsvinnufelagnum

    Eyðvør Berg heldur fram sum forkvinna, og Claus V. Christensen heldur fram sum næstformaður í Handilsvinnufelagnum

    20. apríl. 2026 | Handilsvinna
    Handilsvinnufelag Nevnd 2026