Framtíðarskipið

23. mars. 2009 | Tíðindi | Fiskivinna

Longu áðrenn hon er fiskað, hevur norski frystitrolarin “Hermes” selt helvtina av árligu hvítfiskakvotuni. Prísurin fyri væntaðu veiðuna er góður og sambært reiðarínum er kynstrið, at uppbyggja eina merkjavøru og hava elektroniskt sporføri.

Reiðarin Jan Arne Lerbukt sigur, at hann ikki trýr spádómunum um, at norskur toskur, upsi og hýsa fara at tapa kappingina móti bíligum alifiski úr tropiskum londum.
- Um vit seta okkum fyri at veita fult sporføri og marknaðarføra eina burðardygga umsiting av fiski úr reinum arktiskum sjógvi, hevur bíligi fiskurin ongan møguleika, sigur hann.

Eisini vevmyndatól
"Hermes" verður eisini rópt “hitt gjøgnumskygda skipið”, tí at øll, sum ynskja tað, kunnu fylgja vøruni hjá skipinum, frá tí fiskurin kemur úr sjónum, til hann er hjá brúkaranum.
-Og nú fáa vit enn meira gjøgnumskygni greiðir Jan Arne Lerbukt frá.
-Vit eru í ferð við at seta vevmyndatól í skipið, soleiðis at øll, sum ynska tað, kunnu fylgja við í arbeiðinum og hvussu veðrið er, sigur hann.

Tryggja seg
Jan Arne Lerbukt heldur, at hansara reiðarí kann vera við til at hjálpa øðrum, og at Noreg kann fáa ein fyrimun fram um onnur lond, tað ið tað ræður um sporføri.
Við at skipa raksturin av "Hermes" soleiðis, sum reiðaríið hevur gjørt, hava tey eisini tryggjað sær góðar sølusáttmálar, hóast størt órógv er á marknaðunum. Í síðsta mánaða gjørdi felagið Hermes AS nevniliga samstarvsavtalu við Scanfish Norway AS í Hammerfest og Espersen AS á Bornholm um fastar veitingar av toski, hýsu og upsa.
Krøvini koma
At samstarvsavtalan kom í lag, er eitt úrslit av miðvísa arbeiðinum hjá Hermes AS við at bjóða sínum kundum fisk við høgari góðsku og fullum sporføri. – Vit vænta, at størri krøv um sporing av veiðuni og fult innlit í framleiðsluna fara at koma frá kundunum. Og vit eru kanska byrjaðir fyrr enn onnur, sigur Jan Arne Lerbukt.
Kelda: Fiskeribladet Fiskaren og Dagens Næringsliv

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)