Sjónarmið
Føroya Arbeiðsgevarafelag

Framvegis eingi góð argument fyri at varðveita serskipanir á arbeiðsmarknaðinum

06. mars. 2023 | Áskoðan | Orka

Áskoðanin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um at avtaka serskipanir á arbeiðsmarknaðinum hevur fingið nøkur fakfeløg upp úr stólunum.

Hetta er undrunarvert, tí tað einasta Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur sagt er, at skipanir eiga at skapa javnbjóðis treytir fyri øll, fyri harvið at javnseta kappingina.

Hóast mótmæli frá fakfeløgunum skilir Føroya Arbeiðsgevarafelag framvegis ikki, hví ein føroyskur fakfelagslimur, sum arbeiðir her heima í Føroyum skal rinda munandi meira í skatti enn ein føroyskur fakfelagslimur, sum arbeiðir í Noregi. Umframt at vera órímiligt er tað eisini skaðiligt fyri samfelagsbúskapin og virðisskapanina í landinum.

Um ein útlendskur arbeiðsgevari kann bjóða betri treytir enn ein føroyskur arbeiðsgevari, so er tað einki galið við, um fólk velja at fara uttanlands at arbeiða. Tað skal bara ikki verða skattaskipanin, sum ger tað meira eggjandi at arbeiða uttanlands. Skatturin eigur so vítt gjørligt at vera líka hjá teimum, sum arbeiða uttanlands og teimum, sum arbeiða í Føroyum. Tað ber væl til at javnseta skattin, og framvegis fáa tað sama inn í skatti, um ynski er um tað.

Onkrar viðmerkingar eru eisini komnar frá fakfeløgunum um aðrar arbeiðsmarknaðarskipanir. Her skal Føroya Arbeiðsgevarafelag bara stutt viðmerkja, at um fiskavirkisskipanin varð avtikin hevði tað ikki slept teimum sum arbeiða á fiskavirkjum upp á fjall. Tey høvdu tá verið fevnd av vanligu arbeiðsloysisskipanini, sum ikki gevur verri treytir enn í fiskavirkisskipanini, um fólk gerast arbeiðsleys. Munurin hevði serliga verið, at fólk ikki høvdu verið bundin at einum ávísum arbeiðsgevara, men høvdu verið tøk til at tikið annað arbeiði upp á seg, eisini hjá øðrum fiskavirkjum.

Annað á breddanum

  1. KT-felagið á vinnuferð í Grønlandi

    KT-felagið hevur verið á vinnuferð í Grønlandi fyri at styrkja sambondini og leggja lunnar undir nýtt samstarv

    06. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    20260930 142035091 Ios (1)
  2. Nýggj yrkisútbúgving til KT-supportara byrjar 2. november

    Nú ber til at taka KT-supportaraútbúgving við føroyskari skúlagongd. KT-felagið fegnast og vónar, at vinnan tekur væl ímóti henni

    05. oktober. 2026 | KT- og samskifti
    Mynd Nema Kt
  3. Sulisisut í Grønlandi og Vinnuhúsið styrkja samstarvið

    Í farnu viku varð nýggj samstarvsavtala undirskrivað millum grønlendska vinnuhúsið Sulisisut og Vinnuhúsið í Føroyum

    05. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    20261001 195627317 Ios