Skærmbillede 2023 05 30 120113

Frávik frá føroyska málinum fær kalda móttøku

08. desember. 2025 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagið mótmæla uppskotinum um at loyva útboðum á øðrum máli enn føroyskum

Landsstýrið hevur sent til hoyringar eitt uppskot um at broyta útbjóðingarlógina, so møguleiki verður at bjóða ávís arbeiði út á øðrum máli enn føroyskum. Hetta merkir, at verkætlanir í summum førum ikki longur skulu hava útbjóðingartilfar á føroyskum.

Uppskotið hevur tó fingið kalda móttøku frá bæði Føroya Handverksmeistarafelag og Ráðgevarafelagnum, sum í sínum hoyringssvarum átala ætlanina og vísa á, at broytingin bæði viknar føroyska málið og gera kappingartreytirnar ójavnar.

Feløgini leggja dent á, at føroyskt er arbeiðsmál í byggi- og ráðgevaravinnuni, og at tað er avgerandi bæði fyri gjøgnumskygni, fakligar førleikar og javnbjóðis kapping, at útbjóðingartilfar framvegis er á føroyskum.

Hoyringssvarini kunnu lesast í leinkunum niðanfyri:

·       Føroya Handverksmeistarafelag 

·       Ráðgevarafelagið 

 

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3