Ferðavinnustevnan 2025 Seinasta Freist
Ferðavinnufelagið

Freistin at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin

03. november. 2025 | Tíðindi

Freistin at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin. Stevnan verður fríggjadagin 7. november við spennandi fyrilestrum og handanini av ársins heiðrum

Hátíðardagurin hjá føroysku ferðavinnuni verður komandi fríggjadag 7. November, tá ið Ferðavinnustevnan verður hildin. Skráin er fjølbroytt við áhugaverdum fyrilestrum og avdúkingini av bæði Ársins ferðavinnufólki og Ársins átaki. 

Í ár eru bæði føroyskir og útlendskir fyrilestrarhaldarar, sum fara at leggja fram um ymisk evni innan fyri ferðavinnu. Á skránni eru Julie Lindegaard, verkætlanarleiðari av “Juleøen Fyn – en fynsk turismesatsning”, Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum og Eydna Skaale, retorikkari. 

Fyrilestrahaldararnir fara at hugleiða og greiða frá, hvussu vit kunnu styrkja ferðavinnuna í Føroyum. Til veitsluna spælir Magni Husgaard undir til borðhaldið, og Beinta Haraldsen diskar til dansin. 

Freistin at melda til Ferðavinnustevnuna er mikudagin á midnátt.

Melda til her:

 

Eg vátti at hava lisið og góðkent viðgerð av persónsupplýsingum, sum lýst í skjalinum niðanfyri

 

Les meira um Ferðavinnustevnuna her.

Annað á breddanum

  1. Føroya fyrstu burturkastambassa-dørar fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    03. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)
  2. Súsanna í Stórustovu í Vinnukikaranum

    Í nýggjasta partinum av Vinnukikaranum vitja vit Ress, sum varð kosið Vinnuátakið 2026 á Vinnudegnum í september

    27. oktober. 2026 | Almenn tíðindi
    Súsanna Í Stórustovu Vinnukikarin Heimasíða
  3. Ferðavinnustevnan: Føroysk mentan við øðrum eygum

    Á Ferðavinnustevnuni fer Sylvia Garduno Magnussen at geva okkum eitt øðrvísi sjónarhorn á føroyska samfelagið

    27. oktober. 2026 | Ferðavinna
    Sylvia Garduno 3