Frídagar um jólini

20. desember. 2010 | Tíðindi | Arbeiðsmarknaður

Kunning um frídagar á jólum og á nýggjárinum

Jól og nýggjár er í hondum, og niðanfyri hava vit sett yvirlit yvir, hvat sáttmálar og lóg siga um frídagar á jólum og á nýggjárinum. Starvsfólk, sum eru fevnd av teimum sáttmálum, sum ikki eru nevndir í yvirlitunum niðanfyri, skulu sostatt til arbeiðis sum vanligt.

Jólaaftan – hálvur frídagur                         Jólaaftan – heilur frídagar

Sáttmálarnir millum FAG/FHMF og
·    Føroya Handverkarafelag
·    Landsfelag Handverkaranna
Sáttmálarnir millum FAG og
·     Føroya Arbeiðarafelag
·     Havnar Arbeiðsmannafelag
·     Havnar Arbeiðskvinnufelag
·     Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
·     Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
·     S&K
·     Atlantic Workers Union (Flogmekanikarar)
·     YT (Tryggingarfelagið Føroyar og LÍV)
·     SFS (Sparikassarnir, Elektron og Eik Banki Føroyar)
·     Finansforbundet ( BankNordik og Trygd)
·     Starvsmannafelagið (Føroya Tele og Posta)
Jóladagur og annar jóladagur eru heilir frídagar, ásettur við lóg.
Nýggjársaftan - hálvur frídagur                 Nýggjársaftan – heilur frídagar

Sáttmálarnir millum FAG/FHMF og
·    Havnar Arbeiðsmannafelag
·    Havnar Arbeiðskvinnufelag
·    S&K
Sáttmálarnir millum FAG og
·     Atlantic Workers Union (Flogmekanikarar)
·     YT (Tryggingarfelagið Føroyar og LÍV)
·     SFS (Sparikassarnir, Elektron og Eik Banki Føroyar)
·     Finansforbundet ( BankNordik og Trygd)
·     Starvsmannafelagið (Føroya Tele og Posta)
Nýggjársdagur er heilur frídagur, ásettur við lóg.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)