Frídagar um jólini

19. desember. 2011 | Tíðindi | Almenn tíðindi

Í ár fella jólini á eitt vikuskifti, soleiðis at jólaaftan er ein leygardag og síðan fellur jóladagur á ein sunnudag. Annar jóladagur er mánadagur. Í hesum sambandi skulu vit kunna um frídagar um jólini.

Jólaaftan er hálvur frídagur hjá:
·         Føroya Handverkarafelag
·         Landsfelag Handverkaranna
Jólaaftan er heilur frídagur hjá hesum feløgum:
·         Føroya Arbeiðarafelag
·         Havnar Arbeiðsmannafelag
·         Havnar Arbeiðskvinnufelag
·         Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
·         Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
·         S&K
·         Felagið av Grækarismessu (Flogmekanikarar)
·         YT (Tryggingarfelagið Føroyar og LÍV)
·         SFS (Sparikassarnir, Elektron og Eik Banki Føroyar)
·         Finansforbundet ( BankNordik og Trygd)
Starvsmannafelagið (Føroya Tele og Posta)Hjá teimum, sum hava hálvan frídag jólaaftan, merkir hetta, at tey eftir kl. 12.00 verða lønt við dupultari normalløn, so leingi halgan varðar. Tey, sum hava jólaaftan sum heilan frídag sambært sáttmála, verða lønt við dupultari løn allan jólaaftan.
Jóladagarnir
Jóladagur og annar jóladagur eru heilir frídagar, ásettur við lóg.
Hetta merkir, at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, verður lønt við dupultari normalløn so leingið halgan varðar.
Nýggjársaftan
Nýggjársaftan er í ár ein leygardag.
Nýggjársaftan er hálvur frídagur hjá hesum feløgum:
·         Havnar Arbeiðsmannafelag
·         Havnar Arbeiðskvinnufelag
·         S&K
Heilur frídagur hjá hesum feløgum:
·         Felagið av Grækarismessu (Flogmekanikarar)
·         YT (Tryggingarfelagið Føroyar og LÍV)
·         SFS (Sparikassarnir, Elektron og Eik Banki Føroyar)
·         Finansforbundet ( BankNordik og Trygd)
·         Starvsmannafelagið (Føroya Tele og Posta)
Somu ásetingar eru galdandi her sum fyri jólaaftan.
Nýggjársdagur
Nýggjársdagur er heilur frídagur, ásettur við lóg.
Hetta merkir at átrokandi arbeiði, sum verður gjørt hesar dagarnar, verður lønt við dupultari normalløn so leingið halgan varðar.

Annað á breddanum

  1. Hví skulu føroyskir skattgjaldarar stuðla útlendskum arbeiðsgevarum?

    Hóast arbeiðsloysið er nærum einki, vil landsstýrið við nýggjum lógaruppskoti eggja føroyingum til at arbeiða uttanlands. Tað kann raka virðisskapanina í Føroyum

    11. november. 2026 | Arbeiðsmarknaður
    20Mai15 1811
  2. Ferðavinnan savnað á Hotel Hafnia

    Góð undirtøka var fyri Ferðavinnustevnuni, har áhugaverdar framløgur og handan av ársins heiðursbrøvum vóru á skránni

    11. november. 2026 | Ferðavinna
    12
  3. Fyrstu ambassadørarnir fyri burturkast fingið prógv

    Útvið 40 starvsfólk frá 13 fyritøkum hava fingið prógv sum Føroya fyrstu burturkastambassadørar

    11. november. 2026 | Burðardygd
    10 (1)